25 ára gamla kvinnan, sum í bili 27. mai sínum rendi frontalt inn í ein annan á Sandvíkarhjalla, og har eini eldri hjún lótu lív, er nú skuldsett fyri óviljað manndráp. Tað váttar Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur. Blóðroynd varð beinanvegin tikin av kvinnuni, og hesir vísa, at kvinnan hevði eina promillu omanfyri 1,2. Tískil verður hon eisini skuldsett fyri rúsdrekkakoyring, umframt onnur brot á ferðslulógina, millum annað skilaleysakoyring. Enn er kvinnan ikki ákærd, men revsingin fyri lógarbrot sum hesi geva alt frá hefti og upp í fýra ára fongsulsrevsing.