Ákærdur fyri at stjala frá skúlaflokkinum

Ein næmingur er ákærdur fyri at stjala pengar frá floksfeløgum

Ein næmingur skal nú í rættin fyri at hava stolið pening frá floksfeløgunum, og málið verður nú lagt fyri Føroya Rætt til viðgerðar, sigur ákæruvaldið.

 

Skúlin, har viðkomandi næmingur gekk á sinni, hevði savnað pening saman til felags áhugamál hjá næmingum, men tey varnaðust síðani, at nógvur peningur manglaði.

 

Og ein næmingur er nú ákærdur fyri at hava tikið góðar 60.000 krónur av kontuni hjá flokkinum.

 

Ákæruvaldið upplýsir, at peningurin varð tikin av kontuni í smáum í nakrar mánaðir, áðrenn tað varð avdúkað.

 

Tey siga eisini, at málið nú verður lagt fyri rættin til viðgerðar, har tað verður ført sum eitt ájáttanarmál. Tað merkir vanliga, at viðkomandi hevur játtað seg sekan.