Ákærdur fyri gamalt morð

Danir eru framvegis ikki lidnir at gera upp við tað, sum hendi undir týsku hersetingini undir seinna heimsbadaga.

Ákæruvaldið í Lyngby vil vera við, at tann nú 83 ára gamli Søren Kam var við til at beina fyri blaðstjóranum Carl Henrik Clemmensen í Lyngby tann 30. august í 1943. Søren Kam er týskur ríkisborgari og býr í Týsklandi, men danska ákæruvaldið ætlar at fáa hann útflýggjaðan, so hann kann koma fyri rættin. Áheitanin kann tó ikki sendast týsku myndugleikunum, fyrr enn ein rættur hevur tikið støðu til, um grundarlag er fyri at varðhaldsfongsla mannin.

Ætlanin hjá ákæruvaldinum í Lyngby hevur elvt til orðaskifti í Danmark. Summi halda, at tað er skeivt at ákæra ein mann so langt aftan á heimsbardagan, samstundis sum tey vísa á, at verður hetta málið koyrt í rættin, eru fleiri onnur mál, sum heldur ongantíð eru avgreidd.