Kári: Brenna ov nógvar opnar møguleikar

(Rás2) Hoyr venjaran hjá Neistakvinnum, Kára Nielsen taka samanum 21-21 javnleikin ímóti Kyndli

Kyndilskvinnur fingu ikki hálað sigurin heim ímóti Neistanum í kvøld. Tá bert fá sekund vóru eftir javnaði Eir M. Berg til 21-21, og neistakvinnur kundu fegnast um at hava bjargað sær eitt stig.

 

Kyndilskvinnur vóru annars á odda 10-8 í steðginum. Bára K. Hansen var toppskjútti hjá Kyndli við átta málum. Eir M. Berg gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við somuleiðis átta málum.

 

Aftaná dystin fekk frásøgumaðurin hjá Rás2, Hilmar Jan Hansen orðið á Kára Nielsen, venjara hjá Neistanum.

 

Kári Nielsen sá góðar møguleikar fyri, at neistakvinnur aftur í kvøld kundu leypað hvøkk á kyndilskvinnur, og tað eydnaðist fyri ein stóran part. Royndi venjarin iðrar seg kortini um, at hansara spælarar brendu ov nógvar opnar málmøguleikar.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Kára Nielsen aftaná dystin. 

 

Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við annan av venjarunum hjá kyndilskvinnum, Christoffur Gert Nielsen hoyrist HER

 

Dystarendin, ið Hilmar Jan Hansen segði frá, og samanumtøkan hjá viðmerkjaranum, Claus Rasmussen hoyrast HER