- Eg eri ógvuliga glaður fyri, at vit fingu hatta seinasta málið, so vit, ið hvussu er fingu javnleik, men eg ergri meg ræðuligt um teir seinastu fimm minuttirnar. Hetta segði Kári Nielsen, annar av U20 manslandsliðsvenjarunum, aftaná føroyska U20 manslandsliðið í hondbólti spældi javnleik 25-25 (13-11) ímóti Montenegro.
Kári Nielsen heldur, at tað var ein avgerandi faktorur, at Jónas G. Djurhuus bleiv skaddur ímóti dystarenda, og tað breyt tað annars góðu rútmina í tí føroyska spælinum. Heldur ikki Kári Nielsen er nøgdu við hvussu føroyska liðið vardi á strikuni.
Kári Nielsen er sannførdur um, at mótstøðan frá Makedonia verður størri í morgin.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Kára Nielsen á Rás2 aftaná dystin.
Hilmar Jan Hansen fer at siga frá dystinum ímóti Makedonia, sum byrjar klokkan 16 í morgin. Pole Hansen verður viðmerkjari.