Kári Svensson úr París til Fuglafjarðar

Kári Svensson lovar fegin áskoðaranum inn um løriftsrammuna, og harinni hevur áskoðarin rásarúm. Allastaðni letur listamaðurin havi, fjallagreinum, gráa av landi og umhvarvi av húsum sleppa undan í buldruta litaleikinum á løriftinum

Høgni Mohr


Kendasti listamaðurin, ið verður við á Varmakelduframsýningini er óivað Kári Svensson. Hann er føddur í 1954, og hevur málað meginpartin av lívi sínum.

Føroyingar kenna list hansara av Ólavsøkuframsýningini, ið hann hevur luttikið á mangar ferðir, eins og hann hevur sýnt fram í Smiðjuni í Lítluvík, Listaskálanum og Gallerí List nakrar ferðir.


Áskoðarin hevur rásarúm

Sagt hevur verið um listamannin, Kára Svensson, at landsløg eru lunnarnir undir málningum hansara, men at hann arbeiðir frælst við litum og skapi.

Harumframt kann sigast um listamannin, at hann er litríkur í frásøgnum sínum á løriftinum. Hann er ikki heilt abstraktur, men loyvir tær fegin at koma innum karmarnar, og har hevur áskoðarin rásarúm. Allastaðni letur hann havi, fjallagreinum, gráa av landi og umhvarvi av húsum sleppa undan í buldruta litaleikinum á løriftinum.


Huntenkunst á Niðurlondum

Kári Svensson hevur stungið aðra kós, enn mong evnarík listafólk, ið kanska alt ov sjáldan koma út um egið bygdarmark. Umframt nevndu framsýningar í Føroyum, hevur hann havt framsýningar á fleiri kendum støðum úti í Heimi. Í mai-mánaða var hann á sensureraðari alheimsframsýning við seks málningum á Huntenkunst í Niðurlondum. Í apríl í ár var hann við á Den Frie í Keypmannahavn, og mánaðan fyri, á Galleri NB í Viborg. Undanfarnu árini bæði, sýndi hann fram á íslendsku listasøvnunum í Reykjavík og á Akureyri, og longu í 1995 var hann á Niðurlondum og sýndi fram; ta ferðina á Galleri Marialust.

Kári Svensson er júst afturkomin úr París. Á listarligu háborgini í Fraklandi hevur hann fasta framsýning.


Sleppi aldri Føroyum

Úr atelierinum í Havn frættist áðrenn stevnuna, at víðfarni listamaðurin ætlar sær at sýna fram stórar málningar á Varmakeldu, 160 x 130 sm. Talan verður um einar fýra náttúrulýsingar.

Onkrum kann tað kanska tykast løgið, at Kári Svensson, ið nú um hásummartíð kundi gingið og spankulára niðri á Champs-Élysées, heldur vil vera norðuri í Fuglafirði við málningum sínum. Tað heldur hin hálvi fuglfirðingurin, Kári Svensson, ikki. Hann gleðir seg til at vera við á Varmakelduframsýningini, tí sum hann sjálvur málber seg:

? Eg havi eina sterka kenslu fyri Føroyum. Oyggjarnar eru mær alt ov kærar til at eg á nøkrum sinni fari at sleppa jarðfestinum við tær. Úr teimum er list mín sprottin. Millum annað tí, er tað ein sjálvfylgja, at eg fari við á framsýningina, nú eg eri boðin?