Kærir einans revsingina

Peter Madsen kærir einans longdina á revsingin hann fekk fyri at hava myrt Kim Wall umborð á kavbáti sínum, Nautilus. Hann kærir altso ikki, at hann er dømdur sekur í morðinum. Tað upplýsir statsadvokaturin í Keypmannahavn.

 

Hann sigur eisini, at ákæruvaldið á sínari síðu fer í kærumálinum í landsrættinum at krevja, at lívstíðardómurin hjá Peter Madsen verður staðfestur.

 

Peter Madsen bleiv fyri tveimum vikum síðani dømdur fyri at hava myrt og svensku tíðindakvinnuna Kim Wall. Hann bleiv eisini dømdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á hana umborð á kavbáti sínum. Hann hevur noktað seg sekan, men fer nú kortini ikki at kæra tann partin av dóminum.