Kærir TV2 til Pressenævnet

Óli Jacobsen hevur mist tolið við TV2 og fer nú at kæra sjónvarpsstøðina til danska Pressenævnet fyri drál

Nú er nokk, sigur Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafleag, sum nú á fjórðu viku bíðar eftir svari frá TV2 upp á kæru, hann sendi støðini um eitt innslag um føroyskar fiskimenn, sum TV2 sendi herfyri.
?Eg metti í kæruni, at tvær vikur mundu vera nóg long tíð at avgreiða hana. Men nú gongur á fjórðu viku, og einki svar er komið enn, sigur Óli Jacobsen. Okkum varð lovað eitt svar fríggjadagin í seinastu viku, men tað kom ikki. Síðan skuldi tað koma mánadagin. Men mánadagin kom bert eitt faks, sum segði, at svarið skuldi koma ...»i løbet af dagen«.
Men alt segði tað, sama, og týsmorgunin segði Óli Jacobsen við Sosialin, at hann fór at boða TV2 frá, at tey kundu spara sær at gera nakað meira, tí nú kærdi hann sjónvarpsstøðina til Pressenævnet fyri viðgerðina av hesum máli.
?Halda tey, at tey við at draga málið út, fara at fáa okkum at gloyma tað, kenna tey ikki meg, sigur hann
Óli Jacobsen sigur, at tað er sera sjáldan at síggja ella lesa ein tíðindastubba, sum hevur so lítið hald í veruleikanum, sum hesin í TV2 hevði.
?Har var stutt sagt einki, sum passaði, sigur hann. Um lítið skil er í, plagar vanliga okkurt at vera, sum er rætt, men so var ikki her, sigur Fiskimannafelagsformaðurin.
Hann sigur, at hann, síðan kæran varð send, er komin eftir, at hann í grundini hevur verið ov lagaligur í síni orðing.
Tað er soleiðis, greiðir Óli jacobsen frá, at danskir fiskimenn hava tvær skipanir, tá tosað verður um ískoyti og frádráttir.
Fyri at gera eina langa søgu stutta, er veruleikin so tann, at heili 93% av føroyskum fiskimonnum hava verri skipan, enn teir donsku fiskimenninir hava. Her tosa vit um menn við teimum stóru skipunum, sum innslagið í TV2 var um.
Óli Jacobsen leggur afturat, at tað, sum kanska er mest harmiligt í hesum máli er, at upprunin til alt hetta er føroyskur. Nevniliga tað, sum formaðurin í Búskaparráðnum segði á ráðstevnuni um blokkin, sum hildin varð á Christiansborg herfyri.
?Bæði føroyski embætismaðurin og danska sjónvarpsstøðin hava gjørt ein feil, sigur Óli jacobsen. Men hvørgin parturin er so frægt at sær komin, at tey klára at viðganga tað. Tí er hendan støðan, sum nú er, íkomin, sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag.