»Kærleiki gevur lívinum innihald«

Eyðfinn Jensen, ljóðtøkningur, tónleikari, tónasmiður,
38 ár

Lýs teg sjálvan við trimum orðum:
Opin, erligur og áhaldin.

Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast?
Fínar greiðir!

Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum?
Øllum tí, sum er sjarmerandi :-)

Hvussu langa tíð nýtir tú at gera teg kláran um morgunin?
15 min.

Hvat stressar teg?
Tað sum eg mangli at gera...

Hvat gleðir teg?
Mín familja fyrst og fremst, og annars tá eg røkki á mál við onkrum, sum eg seti mær fyri.

Nær feldi tú seinast eitt tár?
Tá sonur mín var føddur í juni, feldi eg fleiri gleðistár.

Nær smakkaði tú tær seinast á?
Seinasta leygarkvøld tá eg var til Planet Awards.
Hvat var seinasta ynski, sum tú fekst uppfylt?
At PoppKorn
var kosin Ársins
Nýggi Bólkur.

Hvar arbeiðir tú?
Í Útvarpinum.

Hvørji ráð hevur tú til fólk, sum ætla sær at fáast við tónleik?
At vera áhaldin og at fylgja egnum hjarta.

Hvat er besta uppfinningin og hví?
Kærleiki og alt tað sum hartil hoyrir. Tí tað gevur lívinum innihald og meining.

Hvat hevur tú í lummunum beint nú?
Billyklar, korthaldara og fartelefon.

Hvat er títt besta heimaráð?
Ger tað tú ger, so gott sum gjørligt er!

Hvør er stuttligast í Føroyum og hví?
Daman hjá mær Malan, tá hon er í hopla. Malan dugir m.a. at gera tær mest absurdu grimassurnar við andlitinum, so øll fara at flenna :-)

Hvør er keðiligast í Føroyum og hví?
Havi tíbetur ikki møtt tí persóninum enn...

Hvussu ofta speglar tú tær?
Um morgunin og annars tá eg vaski mær.

Hvussu ofta ert tú hjá frisør?
Umleið 6. hvørja viku

Hvør er tín stuttligasta tónleikauppliving?
Tað er ringt at siga, tí eg havi havt sera nógvar ymiskar stuttligar tón­leikaupplivingar, bæði í Føroyum, Danmark og Íslandi. Men tann fyrsta var, tá eg sum 12 ára gamal vann tón­leikakappingina í SMS við bólki mínum, HolyStones, og tann seinasta var leygarkvøldið, tá dóttur mín og hennara vinkonur í PoppKorn vunnu heiðurin sum Besti Nýggi Bólkur 2006.