Eg veit ikki, hvussu tað er hjá tykkum, men eg vakni hvønn morgum við ljóðinum frá YouTube. Synirnir, sum eru seks og átta ára gamlir, hava lært seg at tendra telduna, skriva “www.youtube.com”, og síðani fyrstu bókstavirnar í yndistónleikinum ella filmunum.
Mangan havi eg hug at koyra oyraproppar í, meðan eg fái mær morgunmat.
YouTube er ikki bara yndismiðilin hjá yngra ættarliðnum. Í mars fór brúkaratalið upp um eina miljard um mánaðin.
Tað, tey flestu fara inn á, eru filmar, sum eru hjartanemandi - elskulig djór, børn, kærleikspør og so tey, sum ikki hava havt tað so gott í lívinum, men har vend er komin í.
Tvey dømi, sum tey flestu helst hava sæð, er, tá Paul Potts og Susan Boyle syngja fyri dómarunum í "Britain's Got Talent". Hvør feldi ikki eitt tár, tá Paul Potts sang Nessun dorma hjá Puccini?
Av tí at eftirspurningurin er so stórur eftir slíkum sólskinssøgum, eru nógvar óektaðar eisini at finna - tit hava kanska sæð filmin har ein geitalamb verður bjargað av einum grísi - higartil hava 7,7 miljónir sæð hann - men hann er tíanverri ikki veruligur. Sama við yrkingini, ein gamal maður lat eftir sær á ellisheiminumm og sum var deild um allan heimin.
At vit villa síggja elskulig børn, djór og kærleika er so sera menniskjaligt. Tað vekir djúpar kenslur í okkum og vón um eitt rættvísari samfelag, har øll hava somu møguleika til eydnu.
Við modernaðari tøkni eru hesir filmarnir á YouTube tað sama, sum vit áður fingu í søgum og sagnum.
Og so elska vit eisini at deila hesar filmarnar við onnur - eg eisini - tit mugu bara googla "Mukhtars Fødselsdag", um tit ikki hava sæð tað áður (4,4 miljónir hava longu verið inni). Ein tárdryppandi filmur um ein busførara í Keypmannahavn - meira sigi eg ikki.