Fótbóltur
Tað hevur ikki verið so ofta tey seinnu árini, at klaksvíkingar eru farnir úr Gøtu við fullari úrtøku. Tað fóru teir sunnudagin, og tað er væl skiljandi, at lagið var gott. Eftir trilvandi fyrstu umførini hevur KÍ seinastu vikurnar havt undanvind. Og hesa ferð var sigurin serliga søtur, tí hann var tann fyrsti á útivølli, og hann varð vunnin á einum av liðunum, sum tað altíð verður roknað við ? ikki minst í Sarpigerði.
Men rætt skal vera rætt. GÍ er ikki tað, sum GÍ var í stórtíðini í níti árunum. Og GÍ er heldur ikki tað, sum GÍ var í fjør, tá teir undan summarsteðginum vunnu hvørja ferð og endaðu á silvurplássinum.
Miðvallarspælið var ikki sannførandi. Sámal Joensen og Magni Jarnskor, sum hava verið eyðkendir fyri at vera serliga arbeiðssamir, soleiðis at teir sum oftast hava verið yvir við yvirlutan ímóti beinleiðis mótstøðumonnunum. Hetta hevur oftast havt við sær, at GÍ miðvøllurin hevur verið fyrsta sterka verjuketan, og at GÍ miðvøllurin hevur verið sera vandamikil í álopspartinum ? í persónligum gjøgnumbrotum, við langskotum, innleggum og fríspælingum av fremstu monnunum.
Einki av hesum sást nakað serligt til ímóti KÍ. Serliga bilaði tað í álopspartinum. Tær ferðirnar, sum Súni Fríði Johannesen og ein merkiliga tamur Súni Olsen vórðu spældir leysir, kunnu meiri enn so teljast á aðrari hondini, og tað var ikki fyrrenn ein tími var farin, at Meinhardt Joensen í KÍ málinum fekk fyrstu beinleiðis royndina ímóti sær. Tað sigur ikki so lítið, at GÍ einki hornaspark hevði í 1. hálvleiki.
Á hagtølunum sæst, at tað eru miðverjin Bartal Eliasen og miðvallarin Sámal Joensen, sum hava skotið málini hjá GÍ. Tá KÍ var komið framum 3?0, fór Bartal fram at spæla. Tað órógvaði KÍ verjuna, og Súni Fríði Johannesen minkaði um munin aðru ferðina, tá hann varð spældur leysur. Fyrru ferðina ? tá heilfluktaði Súni Fríði úr stuttari fjarstøðu eftir innlegg úr høgru? stórbjargaði KÍ málverjin til horna. Málið kom eftir hornaspark úr vinstru, sum Poul Ennigarð stútaði niður til álopsmannin.
Tá ið GÍ hevði minkað um munin, tóktist tað sum um, at eitt sindur av fjáltri kom á KÍ liðið, sum eina løtu skinklaði og ikki var sannførandi skipað. Men so varð Bartal skaddur í samanbresti við KÍ málverjan, GÍ verjuspælarin noyddist at taka seg úr stríðnum, og síðstu tíggju minuttirnar var eingin ivi um, at KÍ fór at megna at halda tørn.
Deyðu bóltarnir
KÍ hevði størri tyngd í álopspartinum. Í 1. hálvleiki var fleiri ferðir um reppið, at sera arbeiðssami Hjalgrím Elttør, Kurt Mørkøre og Bárður á Lakjuni fingu hol á, eftir at teir fóru komnir í brotsteigin, men tað eydnaðist ikki teimum at spæla seg til nakað mál.
KÍ hevur tær seinastu ferðirnar spælt við mest sum sama liðið. Tað er í sær sjálvum ein fyrimunur. Bárður á Lakjuni, sum fyrsta partin av kappingini tóktist leysur í saðlinum, hevur fingið nógva spælitíð. Tað hevur styrkt um sjálvsálitið hjá honum, og serliga í hornasparksstøðunum hevur hann verið vandamikil.
Allan Joensen er av góðum grundum ikki í fullgóðari venjing enn, men tað er ein stórur styrkur, at hann er komin aftur á miðvøllin, har hann vinnur nógv, spælir skilagott frá sær og megnar at fara framvið einum og tveimum monnum og at hótta við skoti.
Harley Bertholdsen hevur ikki verið fastur maður síðstu ferðirnar. Hesa ferð var Allan Mørkøre burturstaddur, og so var Harley á miðvøllinum í høgru, meðan Atli Danielsen var vongverji aftanfyri.
Øll KÍ málini vórðu skorað í sambandi við deyðbóltsstøður. Harley Bertholdsen átti í 1. hálvleiki síðsta fótin á dygst undir málinum, eftir at Bárður á Lakjuni hevði sent hornaspark innfyri úr vinstru, og Ove Nysted hevði snittað víðari.
Ove Nysted økti knappar tíggju minuttir eftir steðgin. Aftur sendi Bárður á Lakjuni hornaspark til nærra stólpan, og hesa ferð var Ove nógv hægstur og drønstútaði dygst inn við samankomingini. Og bara ein minuttur var farin afturat, tá Harley Bertholdsen økti til 3?0. Rúni Elttør sendi frá miðstrikuni í vinstru fríspark 70 metrar! diagonalt. Bólturin sigldi omanfyri allar í brotsteiginum, og so smekkaði Harley til, og tað sang í nettakinum. Ein fínt mál.
GÍ royndi at stríða seg uppí aftur. Men tað var trupult. Spælið var hugflogsfátækt. Ove Nysted vann allar teir nógvu og høgu bóltarnar, sum vórðu sendir fram á KÍ helvtina, og Alexander Djordjevic var eisini sannførandi í miðverjuni.
Ikki so fáir klaksvíkingar vóru við sínum liði í Gøtu. Og ivaleyst vóru teir heilt nógvir, sum iðraðu seg um, at teir ikki fóru um fjørðin hesa ferð!
Dysturin í tølum
GÍ-KÍ 1-3 (0-1)
0-1: Harley Bertholdsen, 13
0-2: Ove Nysted, 54
0-3: Harley Bertholdsen, 56
1-3: Súni Fríði Johannesen, 76
Dómari: Dagfinn Olsen
GÍ: Hallur Hansen ? Hans Pauli Petersen, Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Leivur Hansen ? Magni Jarnskor, Sámal Joensen, Zdzislaw Janik, Áslakur R. Petersen ? Súni Fríði Johannesen, Súni Olsen
KÍ: Meinhardt Joensen ? Atli Danielsen, Ove Nysted, Alexander Djordjevic, Rúni Elttør ? Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Allan Joensen, Hjalgrím Elttør ? Kurt Mørkøre, Bárður á Lakjuni