##med2##
Skála spiltu oddaveitsluna hjá KÍ á sjómannadegnum, tá ið tað eydnaðist skálamonnum at taka 2-0 leiðsluna hjá KÍ aftur og fáa javnleik til 2-2. Øll fýra málini komu eftir hornaspark
Trýst á ljóðfíluna omanfyri og hoyr:
1: Tróndur Arge siga frá øllum fýra málunum á FM1
2: Eyðun Klakkstein, Skálavenjara úr Klaksvík, greiða frá hvussu tað eydnaðist at vinna sær eitt stig hóast sera skert lið. Skálavenjarin er ikki nøgdur við allar lutir í spælinum, men er sera nøgdur við hvussu miðverjarnir fingu bjargað dystinum og at tað eydnast at fáa javnleikin - hóast tað eisini kundi eydnast at fingið øll trý stigini.
3: Ein vónbrotnan Jóannes Bjartalíð, ið skorar til 2-0 fyri KÍ, iðra seg um at tað ikki eydnast at vinna sær trý stig. - Vit snorksova við tveimum hornsparkum, sigur Jóannes Bjartalíð, ið kortini rósar Skála. - Hattin av fyri teimum, teir eru í hvørjum skotið og blokera, sigur KÍ-toppskjúttin millum annað.
KÍ - Skála 2-2 (2-2)
1-0: Boris Dosljak
2-0: Jóannes Bjartalíð
2-1: Haraldur R. Højgaard
2-2: sjálvmál
Dómari: Dagfinn Forná
KÍ: Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Jesper Brinck, Steinbjørn Olsen, Ólavur Niclasen (Ísak Simonsen, 46.) - Boris Dosljak, Simen Sandmæl (Semis Hadzibulic), Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen - Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettkskarð
Skála: Karstin Hansen - Jákup Jakobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Fróði Benjaminsen, Niels Pauli Danielsen - Haraldur R. Højgaard, Janus Svabo Samuelsen - Ronni Møller-Iversen, Ari Olsen, Heðin Klakstein - Jákup Johansen
Sí myndirnar, ið Álvur Haraldsen tók við Djúpumýru í kvøld niðanfyri
##ms##