KÍ smurdi HB av

Síðsti dysturin í ólavsøkuumfarinum í næstbestu deildini var í Klaksvík í kvøld

Tað endaði við 7-3 heimasigri, tá ið næstbestu liðini hjá KÍ og HB í kvøld spældu síðsta dystin í nítjanda umfari í fyrstu deild. Sigurin ber við sær, at KÍ er á sætta plássi við 25 stigum, og at HB er á sjeynda plássi við 21 stigum.

 

Hálvleiksstøðan var 3-1 – Beinir Poulsen, Steinbjørn Olsen og Aksel Danielsen skoraðu KÍ máoimi, og í síðstu sekundunum undan steðginum minkaði Adrian Justinussen um munin við brotssparki.

 

Fyrra partin av seinna hálvleiki gjørdi HB tvey sjálvmál, og Daniel Johansen setti við frísparki bóltin í KÍ málið.  So var 5-2, men málveitslan var ikki liðug: Steinbjørn Olsen økti til 6-2 og skoraði harvið fyri aðru ferð í kvøld, Adrian Justinussen minkaði enn einaferð um munin við brotssparki, og Aksel Danielsen staðfesti við sínum næsta máli rimmar heimasigurin, eftir at Steinbjørn Olsen hevði lagt innfyri.