KÍ snávaði, men reisti seg aftur

Mikudagin og sunnudagin vóru dystir leiktir í kvinnudeildini, og hóast KÍ mikukvøldið legði rygg til sítt fyrsta tap í ár, bendir alt á, at tær gerast føroyameistarar, við tað at tær vunnu toppdystin í Havn móti HB

KÍ var í Runavík mikukvøldið og spældi útsetta dystin ímóti NSÍ. KÍ var favorittur undan dystinum, men uppgávan mikukvøldið vísti seg at gerast torførari enn væntað.

NSÍ legði seg á odda í fyrra hálvleiki við einum brotssparki, sum Irdi Hansen tók sær av, men síðani javnaði Rannvá Andreassen fyri KÍ. Beint fyri hálvleikssteðgin brendi KÍ brotsspark, og tíðliga í seinna hálvleiki brendi KÍ aftur frá 11 metra blettinum. Tær, sum brendu brotsspørkini hjá KÍ, vóru Rannvá Andreassen og Malena Josephsen. Í seinna hálvleiki gjørdust NSÍ kvinnurnar meiri og meiri ágrýtnar, og hóast Ingun Jacobsen varð rikin av vølli, megnaði Maibritt Olsen at leggja NSÍ á odda miðskeiðis í seinna hálvleiki. Í endanum av dystinum staðfesti Elinbjørg Hammer sigurin hjá NSÍ, og sostatt er hetta fyrsta tapið hjá KÍ í ár, og uttan iva besta úrslit hjá kvinnunum úr Runavík higartil.


Tveir minuttir avgjørdu toppdystin

Sunnudagin løgdu KÍ kvinnurnar leiðina til Havnar at spæla toppdyst móti HB, og eftir at tær taptu mikukvøldið í Runavík, var hetta ein gyltur møguleiki hjá HB at leggja seg einsamalt á odda.

At byrja við vóru liðini jøvn, men tað vísti seg, at tveir minuttir komu at vera sera avgerandi fyri dystin. Í 11. minutti fór ein stór misskiljing fram millum verjuna og málverjan hjá HB, og Elsa Maria Simonsen gjørdi sær dælt av hesum við at leggja KÍ á odda 1-0. Bert tveir minuttir seinni hálvbjargaði málverjin hjá HB eftir eitt KÍ skot, og enn einaferð var Elsa Maria Simonsen fyrst á bóltinum og økti um leiðsluna til 2-0. Sostatt var greitt, at nú fór at vera sera torført hjá HB kvinnunum at koma aftur, og hesir báðir minuttirnir vístu seg eisini at vera avgerandi í dystinum.

Sum dysturin leið kom HB meiri við, men tær komu ongantíð til teir veruligu málmøguleikarnar. HB hevði fleiri hornaspørk, men sum sagt kom einki burturúr. KÍ hevði eisini onkran málmøguleika gjøgnum dystin, men tá bert fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, legði KÍ lok á dystin við at økja til 3-0. KÍ fór í mótálop, og Mariann Joensen hevði síðsta fótin á bóltinum. Harvið tryggjaði hon KÍ sigurin, og KÍ kvinnurnar kundu fara norður aftur til Klaksvíkar við trimum sera týdningarmiklum stigum í viðførinum. Sostatt reisti KÍ seg aftur, eftir at tær snávaðu í Runavík mikukvøldið, og var hetta ein sera sannførandi endurreisn, sum vísti, at KÍ enn er liðið, ið hevur bestu møguleikar at gerast føroyameistarar.

KÍ var samanumtikið betra liðið, men tað setti síni spor, at HB hevði eina skerda verju. Eyðvør Thomsen, sum vanliga spælir í miðverjuni hjá HB, var ikki við, og hin leikarin í miðverjuni hjá HB, Silja á Borg, spældi við einum illa skaddum knæi.


VB og B36 elta toppliðini

B36 var sunnudagin á vitjan á Skála, har tær eftir nøkur skuffandi úrslit skuldu hava trý stig. B36 setti seg tíðliga á dystin, og í hálvleikinum var støðan 2-0 til havnarliðið, og tá var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Elsebeth Jónsson legði B36 á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, meðan Maria Vang skoraði til 2-0 beint fyri hálvleik. Beint áðrenn dysturin endaði, staðfesti Selma Dahl sigurin fyri B36, og sostatt elta B36 kvinnurnar enn oddaliðini KÍ og HB, hóast tað fer at vera torført hjá teimum at gera seg galdandi í FM stríðnum, eftir at tær hava tapt á bæði HB og KÍ.

VB var sunnudagin í Runavík og vitjaði, har tær skuldu hava endurreisn eftir tapið móti HB seinasta vikuskiftið. Uppgávan í Runavík var ikki hvør sum helst, tí NSÍ vann jú sum sagt 3-1 á KÍ mikukvøldið. VB hevði yvirvág í dystinum, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki kom VB á odda, og var hetta eitt sjálvmál. Diana Dahl legði stutta løtu seinni VB á odda 2-0, og hetta var eisini hálvleiksstøðan í Runavík. Tíðliga í seinna hálvleiki minkaði Maibritt Olsen fyri NSÍ, men Rini Mørk økti fyri VB til 3-1 miðskeiðis í seinna hálvleiki. Umleið 10 minuttir seinni minkaði NSÍ aftur til 3-2, hesaferð skoraði Irdi Hansen málið hjá NSÍ, men beint fyri dystarlok staðfesti Halltóra Joensen sigurin hjá VB við at skora til 4-2.

VB eltir eins og B36 oddaliðini HB og KÍ, og næsta vikuskiftið verður eitt sera avgerandi vikuskiftið. Tá tekur VB ímóti B36, og hvørki av liðunum kann nýta ein javnleik til nakað, tí so verður ov langt upp til toppliðini KÍ og HB. KÍ tekur ímóti NSÍ sunnudagin í Klaksvík, og spennandi verður at síggja, um NSÍ kann endurtakað bragdið frá mikukvøldinum, tá tær bastu klaksvíkskvinnum 3-1. HB hevur eina lættari uppgávu í Havn móti Skála, og um KÍ enn einaferð skuldi snávað móti NSÍ, kunnu trý stig fyri HB gerast sera kærkomin og avgerandi.

Í løtuni hava KÍ og HB 12 stig fyri ávikavist fimm og seks dystir. VB og B36 hava 10 stig fyri ávikavist fimm og seks dystir, meðan NSÍ og Skála hava ávikavist trý og einki stig fyri fimm dystir.


Dystirnir undanfarnu vikuna vóru hesir:



NSÍ-KÍ 3-1

(mikudagin)

NSÍ: Maibritt Olsen 1, Irdi Hansen 1, Elinbjørg Hammer 1.

KÍ: Rannvá Andreassen 1.


HB-KÍ 0-3

KÍ: Elsa Maria Simonsen 2, Mariann Joensen 1.


Skála-B36 0-3

B36: Elsebeth Jónsson 1, Maria Vang 1, Selma Dahl 1.


NSÍ-VB 2-4

NSÍ: Irdi Hansen 1, Maibritt Olsen 1.

VB: Diana Dahl 1, Rini Mørk 1, Halltóra Joensen 1, sjálvmál 1.