Fótbóltur
Tað var av fagrasta summarveðri í Klaksvík 2. hvítusunnudag. Og hóast tað KÍ var niðast á støðutalvuni eftir tvey tey fyrstu umførini, so vístu klaksvíkingar og norðoyingar yvirhøvur, at teir eru trúfastir ímóti KÍ. Skýlið var stappað við fólki, og kring vøllin var gylt av fólki, sum hugnaði sær í góðveðrinum og frøddist um, at tað endiliga var komið hol á málskjótingina og innheystingina av stigum.
TB tapti fyri fýra árum síðani 10?0 í Klaksvík. Ta ferðina skoraði Kurt Mørkøre fimm mál. Síðani tá hevur TB ikki verið í 1. deild og tískil ikki spælt ímóti teimum bestu klaksvíkingunum.
Undan ferðini til Klaksvíkar segði Zoran Mancic, sum var á KÍ liðnum fyri fýra árum síðani, at teir sanniliga vónaðu, at tað hesa ferð fór at ganga hópin betri, enn tað gjørdi fyri fýra árum síðani, og at teir fóru at verða meiri enn fegnir um at fáa eitt stig.
Tað royndist næstan eins illa hjá TB, sum tað gjørrdi fyri fýra árum síðani, og høvdu klaksvíkingar verið meiri neyvir og avgjørdir í 2. hálvleiki, so kundi tað so væl verið, at teir høvdu vunnið við tvey sifraðum tølum.
Kurt Mørkøre helt seg heldur ikki hesa ferð aftur ímóti TB. Í 2. hálvleiki skoraði hann trý mál, og hann var við í uppspælinum til fleiri av hinum. Kurt er ikki í venjingarstøðuni, sum hann onkuntíð hevur verið í, og spurningurin er, hvussu nógv hann fer at megna, tá mótstøðuliðið og verjuspælararnir verða betri, enn teir hjá TB vóru hesa ferð. Men ímóti tvørámonnum hefti einki fyri.
TB ? uttan Radosavlovic ? var í 5?3?2 útgangsstøðu. Teir royndu at binda um í verjupartinum. Royndirnar fram eftir vøllinum vóru fáar og smáar. Einar tríggjar ferðir royndu teir við skotum úr 16?18 metrum. Tað var barnamatur hjá Meinhardti Joensen.
Hvørja ferð sekundvísarin fór eina ferð runt, uttan at KÍ hevði fingið hol á, mundi kennast sum ein sigur hjá TB. Trettan ferðir vunnu teir hesar smáu sigrarnar. So kom hol á, og so var tað bara ein spurningur um, hvussu stórur heimasigurin fór at verða.
KÍ var bara frammanfyri 2?0 í steðginum. Beinanvegin eftir steðgin øktu teir til 3?0, og so datt korthúsið hjá TB saman. Lars Müller í TB málinum hevði fleiri bjargingar, og KÍ spælararnir tóku sær av løttum.
KÍ hevur verið rakt av fleiri skaðum. Allan Joensen treiskaðist enn eina ferð, men tað var skjótt, at hann noyddist at taka seg av vøllinum. Tá varð Atli Danielsen fluttur í miðverjuna, meðan Erling Fles kom á vongverjan í høgru.
Málini
Jan Joensen, sum hesa ferð var sentralur miðvallari saman við Hjalgrími Elttør, setti hol á við góðum langskotiúr umleið 20 metra fjarstøðu.
Tá vóru trettan minuttir farnir, og níggju minuttir seinni var Heðin á Lakjuni fyrstur á innleggi úr vinstru frá Kurt Mørkøre.
Seinna umfarið var fýra minuttir gamalt, tá Kurt Mørkøre skoraði, eftir at Hjalgrím Elttør hevði spælt hann leysan, og sjey minuttir seinni býttu teir um leiklut. Ta ferðina var talan um skot hjá Hjalgrími úr stórari fjarstøðu.
Í 63. minutti økti Kurt Mørkøre til 5?0, og tá Hjalgrím Elttør økti til 6?0 restaði eitt korter. Talan var um fínt uppspæl, har Allan Mørkøre og Kurt Mørkøre áttu sín part. Kurt Mørkøre setti sjálvur punktum, og tað sást týðuliga, at gamli málrevurin framvegis eigur stóran kreditt millum KÍ viðhaldsfólkini.
Dysturin í tølum
KÍ-TB 7-0
1-0: Jan Joensen 13
2-0: Heðin á Lakjuni 22
3-0: Kurt Mørkøre 49
4-0: Hjalgrím Elttør 56
5-0: Kurt Mørkøre 63
6-0: Hjalgrím Elttør 75
7-0: Kurt Mørkøre 82
Dómari: Birgir Sondum
KÍ: Meinhardt Joensen ? Atli Danielsen, Allan Joensen, Alexander Djordjevic, Harley Bertholdsen ? Allan Mørkøre, Hjalgrím Elttør, Jan Joensen, Bárður á Lakjuni ? Kurt Mørkøre, Heðin á Lakjuni
TB: Lars Müller ? Bárður Dimon, Tórður Mortensen, Vladimir Matijvic, Olivur Abrahamsen, Rasmus Nolsøe ? Allan Mikkelsen, Nebosja Urtajl, Jón Tórður Holm ? Dan Mortensen, Zoran Mancic