Tríggir teir seinastu dystirnir í 15. umfari av Effodeildini hava verið í dag. Dystirnir, sum spældir vórðu, vóru B36 – Skála, EB/Streymur – HB og KÍ – TB/FCS/Royn.
Heima í Klaksvík skuldi KÍ royna at halda fast í beinleiðis oddastríðnum við Víking. Tað gekk væl, tá ið teir fingu vitjan av TB/FCS/Royn, og longu í hálvleikssteðginum var heimaliðið á odda 3-0. Jonas Flindt Rasmussen skoraði til 1-0 og 3-0, meðan Jóannes Bjartalíð skoraði 2-0-málið við brotssparki.
Gestirnir fingu eina góða byrjan upp á seinna hálvleik við máli frá Davidi Müller, ið spældi sín fyrsta dyst fyri TB/FCS/Royn, men tættari komu suðringar ikki, og heldur var tað Páll A. Klettskarð, sum staðfesti ein sera týdningarmiklan 4-1-sigur, ið lyftir KÍ upp aftur á fyrsta pláss saman við Víkingi.
Í Gundadali sá leingi út til at B36 fór at snáva ímóti Skála, sum kom á odda 1-0 beint undan steðginum við máli frá Mamuka Toronjadze, men í allar evstu løtu, í 90. og 91. minutti, megnaði B36 at venda dystinum á høvdið og við einum frálíkum comeback at vinna 2-1. Málini skutu Bjarni Petersen og Benjamin Heinesen.
Hitt høvuðsstaðarfelagið, HB, snávaði í Streymnesi. Poul G. Olsen legði heimaliði á odda 1-0 tíðliga í seinna hálvleiki, men stutt fyri leiklok javnaði innskifti Sebastian Pingel til 1-1 fyri HB. Í yvirtíðini syrgdi innskifti málrevurin, Arnbjørn Hasnen, fyri einum kærkomnum 2-1-sigri til EB/Streym.
KÍ – TB/FCS/Royn 4-1 (3-0)
1-0: Jonas Flindt Rasmussen
2-0: Jóannes Bjartalíð (br.)
3-0: Jonas Flindt Rasmussen
3-1: David Müller
4-1: Páll A. Klettskarð
EB/Streymur – HB 2-1 (0-0)
1-0: Poul G. Olsen
1-1: Sebastian Pingel
2-1 Arnbjørn Hansen
B36 – Skála 2-1 (0-1)
0-1: Mamuka Toronjadze
1-1: Bjarni Petersen
2-1: Benjamin Heinesen
Effodeildin
1. Víkingur, 32 stig
2. KÍ, 32 stig
3. NSÍ, 27 stig
4. B36, 23 stig
5. TB/FCS/Royn, 20 stig
6. HB, 18 stig
7. EB/Streymur, 17 stig
8. Skála, 16 stig
9. 07 Vestur, 11 stig
10. ÍF, 6 stig