KÍ trilvar í blindum

Fótbóltur: TB greiddi væl og virðiliga sín setning í Klaksvík, har hugflogið var millum lítið og einki hjá heimaliðnum, sum kendist tyngt at soltnu úrtøkuni higartil í ár

Ransin N. Djurhuus var 23. maðurin á vøllinum í Klaksvík. Seks ferðir hevði hann gula kortið á lofti. At tað í fimm førum vóru teir á KÍ liðnum, sum sóu gult, er góð ábending um, at teir bláu vóru frustreraðir yvir, at tað ikki eydnaðist at finna vegin til meskarnar aftanfyri Ivan Stojkovic, sum var sannur brandur í TB málinum.
Lítla løtu áðrenn dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, bjargaði TB málverjin meistarliga, eftir at heimamenninir høvdu lyft bóltin úr vinstru og inn í brotsteigin, og vongverjin í vinstru, Ísak Simonsen, var vorðin leysur við handara stólpan.
Klaksvíkingar iðraðu seg, tí teir høvdu nakrar ferðir havt góðar støður. Eitt nú tá ið Hjalgrím Elttør hegnisliga spældi bæði Kristoffur Jakobsen og Andy Ó. Olsen leysar í brotsteiginum og eitt sindur til vinstru, men TB málverjin bjargaði.
Men hóast KÍ onkrar ferðir var nær við og næstan, so var tað sera sjónskt, at tað haltar av álvara. Í verjupartinum er skipanin á einari leið, og á miðvøllinum var tað í uppgerð ímóti uppflytarunum av Tvøroyri lagdur serligur dentur á verjupartin.
Í álopspartinum var torført at finna linjuna og konseptið. Royndu Óli Johannesen og Dimitrije Jankovic mannaðu miðverjuódnirnar hjá TB, og tað megnaðu teir meistarliga, hóast teir tilsaman eru 75 ára gamlir, og hóast mótstøðumenninir áttu at verið lættbeintir. Unglingar eru teir í hvussu so er.
Trupulleikin hjá KÍ var, at tað varð ongantíð roynt at leggja soleiðis upp, at talan kundi verða um kapprenning við veteranarnar. Í staðin fyri at tøma økini í borðunum og at leggja trýst á tann vegin og við at spæla flatt framvið miðverjuni, so varð í flestu førum roynt við longum sendingum, og tað var matur fyri teir báðar veteranarnar, sum eru stinnir í høvuðspælinum, og sum duga væl at lesa spælið.
Heimamenninir vóru ørkimlaðir. Tað tóktist sum um fleiri teirra – ikki minst liðformaðurin Hjalgrím Elttør – vóru í skeivum ódnum, og tað var ikki frítt, at kenslan breiddi seg av, at soltna úrtøkan ávirkar sjálvsálitið og yvirskotið, sum skal til, hóast spælararnir áður hava víst, at teir eiga evnini at mynda hugflogsríkt fótbóltsspæl.

TB gjørdi sítt
Tvøramenn vóru ikki komnir til Klaksvíkar at hava ábyrgdina av undirhaldinum. Teir vóru tilvitaðir um, at heimaliðið fór at hava bóltin mesta partin av tíðini. Men sum 1. hálvleikur leið høvdu gestirnir møguleika at mynda spælið, og teir tóku av. Gilli Sørensen rann í vinstru sera skjóta Álv F. Christiansen av, men Andas Gango vann dystin ímóti TB spælaranum.
Og í øðrum førum var um reppið, at tað eydnaðist eftir innlegg. Ikki minst Dimitrije Jankovic, sum ofta hevur víst máltev, eigur at iðra seg um, at hann fram ímóti dystarenda ikki rakk fram til bóltin, eftir at frísparksinnlegg var komið inn úr vinstru.
Sum tað leið fram ímóti dystarenda, øktist trýstið á TB málið. Kortini megnaðu ungu TB spælararnir at varðveita konsentratiónina. Rógvi Joensen, Martin Tausen og Bárður Dimon arbeiddu nógv á sentrala miðvøllinum, og tað bar løn við sær!
Bæði KÍ og TB bíða framvegis eftir fyrsta sigrinum. Tvøramenn vóna ivaleyst, at hann skal verða vunnin á nýggja heimavøllinum í Trongisvági, meðan klaksvíkingar iðra seg um, at tað ikki eydnaðist á heimavølli ímóti uppflytarunum.

KÍ-TB 0-0
Dómari: Ransin N. Djurhuus
KÍ: Andras Gango – Álvur F. Christiansen, Jógvan Isaksen, Sørmundur Kalsø, Ísak Simonsen – Philip Djordjevic (Johan Jacobsen, 90.), Henry Heinesen, Hjalgrím Elttør, Andy Ó. Olsen – Kristoffur Jakobsen (Bárður J. Heinesen, 75.), Páll A. Klettskarð (Heðin Klakstein, 78.)
Gult kort: Philip Djordjevic, Andy Ó. Olsen, Bárður J. Heinesen, Sørmundur Kalsø, Álvur F. Christiansen
TB: Ivan Stojkovic – Eirikur Magnusarson, Óli Johannesen (Patrik Johannesen, 78.), Dimitrije Jankovic, Hanus Mortensen – Dan Mortensen (Benjamin Petersen, 69.), Martin Tausen, Rógvi Joensen, Bárður A. Dimon (Poul Ingason, 60.), Gilli Sørensen – Bojan Timic
Gult kort: Hanus Mortensen