KÍ vísti besta avrikið higartil

NSÍ-KÍ 0-1 (0-0):
Hóast NSÍ hevur eina rúgvu av góðum framrættaðum spælarum, so megnaðu teir mest sum ikki at spæla seg ígjøgnum sera sannførandi miðverjuna hjá klaksvíkingum

NSÍ?KÍ

Klaksvíkingar eru mettir og ikki serliga uppsettir. Teir í NSÍ eru svangir og ágangandi. Hetta hevur fyrr í summar verið nýtt sum ein partur av frágreiðingini, tá góða gongdin hjá NSÍ og ikki serliga sannførandi avrikini hjá KÍ hava verið uppi og vent.
Sunnudagin var tað fullkomuliga vent í holuni. Tað tóktist sum um KÍ var komið til Runavíkar at spæla fyri lívinum. Tað vóru teir eisini, tí um teir ikki fingu fult hesa ferð, so vóru vónirnar fyri at vera við í kappingini um heiðursmerkjaplássini burtur.
NSÍ avrikið var ikki sannførandi. Í mann ímóti mannum dystum vóru teir oftast við undirlutan, og viljin og orkunýtslan, sum hava verið so stór og gagnlig síðstu nógvu vikurnar, vóru ikki at síggja. Tað kendist sum um ? sjálvandi var tað ikki tilætlað ? at spælararnir vóru meiri enn eitt sindur mettir.
Burtursæð frá beinanvegin, tá eitt sindur kroysti Sonni L. Petersen lyfti uppum KÍ málverjan og í síðunetið, so megnaði NSÍ ikki at spæla seg til upplagdar møguleikar. Síðstu løtuna trýstu teir fyri at javna, og klaksvíkingar vardu. Vóru teir hepnir, so kundu teir í NSÍ havt fingið eitt mál, men avrikið sum heild legði ikki upp til, at teir skuldu hava tað hepnið, sum oddalið annars ofta hava.

Væl betri skipaðir
KÍ hevur skavað fitt av stigum saman seinastu vikurnar. Men tá satt skal sigast, so hava avrikini ikki verið serliga sannførandi. Heldur ikki tá teir næstsíðsta sunnudag vunnu 3?1 í Gøtu. Tá var høvuðsorsøkin til KÍ sigurin, at GÍ var so sera ússaligt.
Hesa ferð kundi KÍ fara úr Runavík við øllum stigunum og við kensluni av, at teir høvdu víst besta avrikið á árinum. Hugburðurin var í topp, og langar løtur riggaði samanspælið væl. Jan Joensen og Harley Bertholdsen vóru sera raskir mitt á miðvøllinum, har teir vunnu konfrontatiónina við Kára Hansen og Helga L. Petersen. Kurt Mørkøre var leiðarin, sum gekk undan, og sum vann nógvar høgar bóltar, og í 2. hálvleiki spældi Bárður á Lakjuni betri, enn hann áður hevur gjørt, síðani hann kom til Klaksvíkar.
Síðstu ferðirnar hevur Ove Nysted verið sera eyðsýndur í KÍ miðverjuni. Hesa ferð var hann skaddur. Tí spældi Allan Joensen í miðverjuni saman við Alexander Djordjevic, og teir gjørdu eingi mistøk. At hava tveir miðverjar, ið eru so góðir fótbóltsspælarar, sum Allan og Alexander eru, er ein dreymur hjá øllum venjarum.
Í borðunum vóru Atli Danielsen og Rúni Elttør góðir bóltspælarar, og samstundis megnaðu teir at halda Gert Langgaard og Jónsteini Petersen burtur. Jónstein hevur annars í fleiri ár verið skarprættari, tá NSÍ hevur skorað ímóti KÍ. Men hesa ferð sást lítið til ferðina hjá honum.

Málið og møguleikar
Sum í fleiri av hinum dystunum, so var tað í deyðbóltsstøðunum, at KÍ var vandamiklast. Tað bar í 1. hálvleiki við sær, at NSÍ tvær ferðir bjargaði á strikuni aftanfyri Jens Martin Knudsen. Í tí fyrra førinum var tað Sjúrður Jacobsen, og í tí seinna førinum var tað Jónstein Petersen. Báðu ferðirnar var tað Kurt Mørkøre, sum við høvdinum sendi ímóti málinum.
Sigursmálið, sum KÍ fekk fýra minuttir eftir steðgin, átti annars sera væl spælandi Jens Martin Knudsen sín lut í. Verjan legði stutt aftur til hansara, men framleggingin var ikki góð. Sjúrður Jacobsen var illa kroystur, tá Kurt Mørkøre vann bóltin av honum. Hann sneiddi eitt sindur í høgra borð, áðrenn hann sendi diagonalt í brotsteigin. Har var sera arbeiðssami Hjalgrím Elttør, sum við høvdinum hegnisliga snittaði dygst úti við handara stólpan ? fyrsta KÍ málið, sum ikki hevur havt við deyðbóltstøðu at gera, síðani á norðoyarstevnu.
Síðstu løtuna styrkti KÍ um verjupartin, tá Jan Andreasen og Erling Fles komu á vøllin fyri Allan Mørkøre, sum í 2. hálvleiki var í vinstru, og Bárð á Lakjuni. NSÍ setti Ian Højgaard og Brynjolv Nielsen inn fyri síðuspælararnar. Christian Høgni Jacobsen var alla tíðina á vongverjanum. Kanska hevði tað verið ein roynd at sett hann fram í álopið. NSÍ kom ikki nærri útjavnandi málinum, enn tá Gert Langgaard sendi diagonalt úr høgru og í brotsteigin, har bólturin sigldi framvið einari rúgvu av fólki og fór út av til málspark.

Dysturin í tølum
NSÍ-KÍ 0-1 (0-0)
0-1: Hjalgrím Elttør, 49

NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Christian Høgni Jacobsen, Arnfinn Langgaard, Pól Thorsteinsson, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Kári Hansen, Helgi L. Petersen, Jónstein Petersen ? Sonni L. Petersen, Óli Hansen
KÍ: Meinhardt Joensen ? Atli Danielsen, Allan Joensen, Alexander Djordjevic, Rúni Elttør ? Allan Mørkøre, Jan Joensen, Harley Bertholdsen, Hjalgrím Elttør ? Kurt Mørkøre, Bárður á Lakjuni