Í dag verður seinasta umfar í kvinnudeildini í fótbólti spælt. Undan seinasta umfarinum var greitt, at KÍ hevði tryggjað sær FM heitið 2016, tí tær vóru 3 stig og næstan 40 mál betri enn EB/Streymur/Skála, sum tí skuldi vinna ein óhugsandi stórsigur á KÍ í dag.
Júst tey bæði sterkastu liðini í kappingini hittust á seinasta leikdegi í Klaksvík í dag, og KÍ lat ongan iva verða um FM-heitið, tí tær settu avbjóðaran dyggiliga upp á pláss við stórsigri. KÍ vann 6-0, eftir at hálvleiksstøðan var 3-0. Hetta var fjórði dysturin í landskappingini ímillum KÍ og EB/S/S í ár, hinir tríggir endaðu við javnleiki.
Í fyrra hálvleiki skoraði Rannvá B. Andreasen tvey mál og Maria K. Thomsen eitt. Í seinna hálvleiki fingu Rannvá og Maria hvør sítt mál afturat, og Ása K. Thomsen setti punktum við seinasta málinum í dystinum.
Eftir sigurin handaði Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandinum, KÍ kvinnum gullmerki og steyp, og EB/S/S spælararnir fingu silvurmerkini handað. B36 hevur vunnið bronsu.
KÍ-EB/Streymur/Skála 6-0 (3-0)
1-0: Rannvá B. Andreasen
2-0: Maria K. Thomsen
3-0: Rannvá B. Andreasen
4-0: Maria K. Thomsen
5-0: Rannvá B. Andreasen
6-0: Ása K. Thomsen
Aðrir dystir í dag:
HB-B68 (kl 13.00)
B36-ÍF/Víkingur (kl. 15.00)