Fótbóltur
Síðani 2000 hevur tað verið KÍ, sum hevur sitið tungt á tí mesta í føroyskum kvinnufótbólti. Okkurt árið hevur HB kanska órógvað eitt sindur í steypakappingini, men í landskappingini hevur dominansurin verið totalur, og fimm ferðir á rað er gullið komið til Klaksvíkar.
Í ár hevur spenningurin kanska verið eitt sindur størri, tí serliga B36 tykist nú hava havt evnini at bjóða meistarunum av. Tað gjørdu tær eisini mánadagin, tá toppdystur var á skránni, men tað eydnaðist teimum kortini ikki at fáa nakað stig burtur úr ómakinum.
Fyri steðgin stóð KÍ fyri tí mesta, og tó at eitt kanska heppið hornaspark skuldi ferðast beinleiðis í netið, áðrenn tær komu á odda, so var leiðslan fult uppiborin. Og tað var eins uppiborið, at Rannvá Andreasen nakað seinni kundi økja til 2-0.
Stutt eftir steðgin økti Bára Skaale Klakstein til 3-0, men eftir hetta var tað tó B36, sum trýsti. Halltóra Joensen minkaði um munin, og eftir hetta varð spælið av álvara trýst omaneeftir, men hóast nær við, so gekst striltið at fáa nakað burturúr. Og tá Vivian Bjartalíð so kundi økja til 4-1 eftir verjukiks hjá B36, var alt avgjørt. Halltóra kundi móti dystarenda minka um munin við sínum 15. máli í ár (B36 hevur fingið 18 íalt), men hetta kundi einamest nýtast til at sannføra hjástadda landsliðsvenjaran um, at stórskjúttin enn einaferð er til reiðar at skjóta Føroyar móti Oyl-gullinum.
Í aðrar mátar fingu bæði AB og EB/Streymur sín fyrsta sigur um halguna. Fyrst vann AB útidystin móti EB/Streymi við 2-1, og fáar dagar seinni átti EB/Streymur so tørn, tá tær vitjaðu hjá FSV04. Seinasti dysturin hetta umfarið var á Argjum, har GÍ vann ein tepran 1-0 sigur.