Venjarafelag Føroya skipaði í dag fyri sokallaðu venjarakappingini, ið hevur verið fastur táttur fyri bestu fótbóltsliðini hjá monnum síðani 2013.
KÍ vann kappingina við níggju stigum. B36 og Víkingur fingu átta stig hvør.
Spælt var á ovara og niðari vølli í Gundadali. Eisini verður spælt á Tórsvølli. Hvør dystur varr 25 minuttir til longdar.
Tey fýra feløgini, ið ikki vóru við í venjarakappingini í ár eru HB, EB/Streymur, 07 Vestur og TB/FCS/Royn.
Úrslitini og málskjúttarnir í Venjarakappingini í dag.
Umfar 1 klokkan 13:00:
Víkingur – KÍ 0-0
NSÍ – AB 0-0
Skála – B36 0-2 (Benjamin Heinesen og Andrias Eriksen)
Umfar 2 klokkan 13:35:
Víkingur – NSÍ 0-0
KÍ – Skála 2-0 (Jóannes Bjartalíð og Hjalgrím Elttør)
AB – B36 0-1 (Meinhard Olsen)
Umfar 3 klokkan 14:10:
Víkingur – AB 2-0 (Gunnar Vatnhamar, 2 mál)
NSÍ – Skála 0-0
KÍ – B36 0-0
Umfar 4 klokkan 14:45:
Víkingur – Skála 0-1 (Brian Jacobsen)
KÍ – AB 0-0
NSÍ – B36 1-1 (NSÍ: Árni Frederiksberg, B36: Hugin Samuelsen, brotsspark)
Umfar 5 klokkan 15:20:
AB – Skála 0-4 (0-1 Ári Olsen, 0-2 Edvin Jakobsen, 0-3 Heðin Klakstein, 0-4 Brian Jacobsen)
Víkingur – B36 1-0 (Gunnar Vatnhamar)
KÍ – NSÍ 1-0 (Steinbjørn Olsen)
Endaliga støðan:
1. KÍ 9 stig (3-0)
2. B36 8 stig (4-2)
3. Víkingur 8 stig (3-1)
4. Skála 7 stig (5-4)
5. NSÍ 4 stig (1-2)
6. AB 2 stig (0-7)
Samrøðan sum var gjørd við Frankie Jensen frá fótbóltsvenjarafelagnum aftaná kappingin var liðug kann hoyrast HER