Kabálgátan á føroyskum

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út ungdómsbókina Kabálgátan eftir Jostein Gaarder. Laura Joensen hevur týtt úr norskum

Kabálgátan eftir Jostein Gaarder er fyrsta ungdómsbókin, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út í ár. Í bókini fara vit við faðiri og soni á ferð ígjøgnum Evropa, har teir leita eftir konu og mammu. Men í søguni eru nógvar aðrar søgur.

Hvussu tengjast allar søgurnar saman? Hvør var tann løgni dvørgurin á bensinstøðini? Hvønn loynidóm hava bakararnir í Dorf borið við sær? Hví noyðist Hans Tummas at leita heilt aftur til eitt skipsbrot í 1790, áðrenn hann fær at vita, hví mamma hansara fór til Athen?

Rithøvundurin knýtir hugflog og veruleika, ævintýr og ættarsøgu saman á hugtakandi hátt. Við hita og innliti lýsir hann sambandið millum faðir og son í bardaga teirra at finna sanleika og tilknýti.

Jostein Gaarder er vorðin heimskendur rithøvundur, serliga við bókini Sofies Verden. Bøkur hansara eru týddar til nógv ymisk mál og eisini hevur hann fingið fleiri virðislønir fyri bøkur sínar. Kabálgátan varð kosin at vera besta barna- og ungdómsbókin í Noregi í 1990.

Kabálgátan er onnur bókin eftir Jostein Gaarder, ið Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út. Í 1996 kom Jólagátan út á føroyskum. Hana týddi Laura Joensen somuleiðis.

Kabálgátan er stór bók, 372 síður og kostar 148 krónur í bókhandlunum. Hon er umbrotin, prentað og heft á Einars Prent.