Kabul fall uttan bardaga

Norðursamgongan valdi at taka afghanska høvuðsstaðin, hóast USA og Pakistan mæltu frá.

 

Taliban-herurin var so illa kroystur eftir bardagarnar seinastu dagarnar, at hermenninir tóku seg úr høvuðsstaðnum Kabul, áðrenn hermenninir hjá Norðursamgonguni komu til býin, sum tískil bleiv tikin uttan stórvegis mótstøðu.

Amerikanarar og pakistanar høvdu frammanundan mælt Norðursamgonguni til at steðga á norðan fyri Kabul, so ST kundi fáa stundir til at skipa eina savningarstjórn, áðrenn býurin varð tikin.

Men leiðslan í Norðursamgonguni helt tað ikki vera ráðiligt at bíða. Sendimaðurin hjá samgonguni segði í gjár, at tað var neyðugt at tryggja samgonguni valdið í býnum fyri at sleppa undan lógloysi, nú Taliban-stýrið hevði tikið til rýmingar.

Verjumálaráðharrin hjá Norðursamgonguni, Mohammed Fahin, sigur tó, at fyribils hevur samgongan sent túsund hermenn og løgreglumenn inn í sjálvan býin, men at sjálvur herurin verður standandi uttanfyri.

Samstundis fyrireikar Taliban-herurin seg til at verja býin Kandahar har suðuri í landinum. Býurin er háborgin hjá Taliban-rørsluni, men talsmenn hjá Norðursamgonguni søgdu í gjár, at hermenn hennara fara at halda leiðina fram suðureftir, til Taliban hevur mist valdið í øllum landinum.