Kaféin við Norðskála verður læknahøli

Sunda kommuna hevur keypt Kafé Inn við Streymin til læknaviðtaluhøli. Prísurin fyri keypið og innrætting er 2,250 mió. krónur

Á seinasta býráðsfundi samtykti Sunda kommunustýri at keypa Kafé Inn við Streymin, sum læt aftur herfyri.
Sosiala nevnd var fyri at keypa húsi men helt tað ikki vera egnað til læknaviðtaluhøli. Nevndin mælti heldur til at brúka húsið til at hýsa dagtilhaldinum, sum heldur til á Oyri, og so selja ognina á Oyri.
Men kommunustýrið samtykti við fimm atkvøðum fyri og tveimum ímóti at keypa ognina. Keypsprísur og kostnaður fyri innrætting eru sett til 2,250 mió. krónur.
Læknahøli var í kommunuhúsinum á Oyrarbakka til 2006, og ætlanin hevur líka síðan verið at finna læknanum onnur høli.
Nú varð so hendan loysnin vald. Kim Durhuus umrøður loysnina sum eitt slag av fyribilsloysn.
Inni á kaféini er innbúgv og ymisk útgerð, sum einum læknaviðtaluhøli ikki tørvar.
- Tað fara vit sjálvandi at sleppa okkum av við, sigur Kim Durhuus.
Tað verður væntandi heilt skjótt, at farið verður undir at innrætta kaféina av nýggjum.