Kafékvøld í Ørkini

Seinastu luttakararnir til AME tiltakið í Reykjavík, lendu um seks tíðina í fríggjakvøldið. Longu fáar tímar seinni ljómaðu fyrstu føroysku tónarnir í Reykjavík.

Sjómansheimið Ørkin saman við føroyingafelagnum skipaðu fyri kafe kvøldi við livandi tónleiki. Fitt av fólki var komið saman at líða á føroyska tónleikin, sum bleiv framførdur av Brandi Enni, Sólvu Ford og limun úr Gestir. Eisini spældu bæði Høgni Lisberg og Teitur smærri konsertir í býnum.