Tónleikur
Mikukvøldið verður tónleikur við Elly og Rakul. Vinkonurnar báðar, sum hava sína dagligu gongd á Føroya Læraraskúla, eru ikki heilt óvanar við at framføra - tær hava verið at hoyrt meir enn einaferð á t.d. Hafnia Lounge. Hesa ferð gongur leiðin so norð til Klaksvíkar, har tær fara at hugna um fólk við gittara og sangi. Tær fara at spæla eina blanding av egnum løgum og lániløgum.
Hóskvøldið 22. mars verður tað Alvilda Mørkøre sum fer at syngja. Við sær hevur hon ongan beiggjan Jón Mørkøre, ið spælir gittar. Alvilda er heldur ikki heilt óvon við at framføra, og hevur hon eina framúrskarandi rødd. So spennandi verður at líða á hóskvøldið
Tað er ókeypis atgongd og 13 ára aldurmark - eisini tit eldri enn 18 ár eru hjartaliga vælkomin.