Í hesum døgum leggur Kaj Hammer, bátasmiður í Havn, seinastu hond á ein heilt stóran opnan bát, ein teinæring, sum verður smíðaður í ljósum og góðum hølum hjá skipasmiðjuni MEST í Havn.
Tjúgu mans skulu rógva bátin, sum P/F Egilsgarður við Poul Hansen, stjóra, skal hava. Tílíkur bátur sigst at hava verið í Mykinesi í síni tíð.
Kaj Hammer hevur áður smíðað teinæring. Tann báturin, sum er 12,80 metur langur, varð flotaður á ólavsøku í 2012.
- Hetta var ein bundin uppgáva. Eg hevði eitt modell at halda meg til, men eg meti, at teir skutarnir vóru heldur stuttir. Hesin báturin er 15,50 metrar langur, og skutarnir eru sostatt væl longri enn á fyrra bátinum.
Kaj sigur, at tað var Poul Hansen, sum bað hann smíða bátin.
- Hann bað meg smíða hann soleiðis, sum eg vildi hava hann at síggja út. Hann gav mær fríar hendur, bæði viðvíkjandi tilfari og útsjónd, sigur Kaj Hammer, sum vísir á, at kjølur og reisingar eru úr eik og borðini úr furu.
Teinæringurin skal eisini hava segl, smalt í erva og breitt í neðra. Tað verður um 25 fermetrar, og sum skilst kemur masturin at verða um átta metrar høg.
Víkingagarður skal - sum skilst - byggjast oman fyri Kvívík, og har kemur báturin at standa um veturin, men verður á floti og skal brúkast í ferðamannahøpi um summarið. Kaj Hammer, ið strekti kjølin 1. oktober í 2014, væntar at verða púra liðugur at smíða bátin um fáar dagar.
Kaj Hammer er at kalla uppvaksin við bátasmíði. Bæði pápin og abbin smíðaðu bátar, og tá ið hann var so frægur, fór Kaj at hjálpa til. Faðirin, Andrias Hammer, sum setti seg niður í Runavík, smíðaði einar 300 bátar og abbin, Poul Hammer í Líðini í Vági, smíðaði 517 bátar.
Sjálvur hevur Kaj smíðað stívliga 30 bátar.