Ígjár skoraði Kaj Leo í Bartalsstovu fyrsta føroyska málið í føroyskum fótbólti í 12 ár. Hetta hendi tá teir næstbestu hjá Víkingi vunnu 2-0 á B71 á útivølli. Kaj Leo skoraði málið upp á brotsspark.
Hesi 12 árini Kaj Leo hevur verið burturi frá Víkingi hevur hann roynt seg bæði í norskum, rumenskum og íslendskum fótbólti.
2014-2016 spældi Kaj Leo við Levanger í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, har hann skoraði átta mál í 42 dystum.
Í 2016 framdi Kaj Leo eitt spennandi skiftið til Dinamo Bukarest, har tað ikki bleiv til so nógvar dystir, men heldur spennandi og øðrvísi upplivingar.
Sama summarið skifti Kaj Leo til FH í Íslandi, har hann spældi sjey dystir. Við FH bleiv hann hetta árið íslendskur meistari. Á liðnum hjá FH var táverandi landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen.
Árið eftir vann Kaj Leo saman við Jónas Þór Næs og liðfeløgunum í ÍBV íslendsku steypakappingina. Í 2017 og í 2018 spældi Kaj Leo 41 dystir við ÍBV, og skoraði hann fýra mál í hesum tíðarbilinum. Serliga minnilig var ferðin við ferjuni "Herjólfi" útaftur til Heimey, har hvørt mansbarn í Vestmannaoygggjunum var við til at feira steypasigurin hjá eyjamonnum. Helst var hetta størsta upplivingin hjá Kaj Leo í íslendskum fótbólti.
Árini 2019 til 2021 spældi Kaj Leo við Vali, har tað bleiv til 48 dystir og fimm mál. Valur var fremst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, tá Covid-19 legði sína køldu hond yvir kappingina í 2020. Íslendska fótbóltssambandið valdi at útnevna Val, sum verandi oddalið at vera íslendskur meistari í 2020. Hetta gjørdist sostatt triðja heitið Kaj Leo vann í íslendskum fótbólti.
Í 2022 royndi Kaj Leo seg á Akranesi, har talan gjørdist um 24 dystir og tvey mál. Akranes endaði aftast í bestu deildini, og flutti niður í næstbestu deildina.
Í 2023 spældi Kaj Leo fyrst níggju dystir við Leiknir Reykjavík, men skifti so til Njarðvík í næstbestu deildini. Í Njarðvík blivu tað til 27 dystir og fimm mál.
Sostatt vann Kaj Leo trý heiti við trimum ymiskum feløgum í Íslandi, og upplivdi eisini at flyta niður í næstbestu deildina við einum øðrum felagi. Kaj Leo hevur sostatt havt nøkur spennandi og umskiftilig ár í íslendskum fótbólti. Harumframt hevur Kaj Leo tikið eina útbúgving sum hárskeri í Íslandi. So onkur vildi sagt, at hann hevur vunnið fýra heiti í Íslandi.
Í 2012 og 2013 vann Kaj Leo løgmanssteypið við Víkingi. Um hann stríðir seg á besta liði kann hann endurtaka tað bragdið, tá Víkingur møtir KÍ í finaluni á Tórsvølli, ið verður leikt 31. oktober.
Kaj Leo hevur spælt 28 landsdystir, og hevur skorað eitt mál.
Keldur: FaroeSoccer og Wikipedia.