Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Njarðvík hava fingið eina góða byrjan í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini við seks stigum aftaná tveir teir fyrstu dystirnar.
Njarðvík vann í dag 3-0 á Dalvík/Reynir á heimavølli. Í steðginum var Njarðvík á odda 1-0.
Kaj Leo spældi nærum allan dystin. Hann var skiftur út tá fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.
Njarðvík-Dalvík/Reynir
Joao Ananias '43 1-0
Oumar Diouck '89 , br. 2-0
Oumar Diouck '90 3-0
Leygardagin 18. mai tekur Þróttur móti Njarðvík í triðja umfarinum í næstbestu íslendsku deildini.