Kaj Leo útilokar ikki uppstilling

Herfyri segði Kaj Leo Holm Johannesen, at hann ikki fór at stilla upp til kommunuvalið. Nú vil hann ikki útiloka uppstilling.

- Einki er avgjørt enn og eg kann einki siga í núverandi løtu. Alt er opið enn, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Fyri einum mánað síðani segði Kaj Leo H. Johannesen við in.fo, at hann hevði fingið fleiri áheitanir um at stilla upp, men at hann hevði ongar ætlanir um tað.

 

Skjótt broytist í politikki og nú sigur fyrrverandi løgmaður, at alt er opið viðvíkjandi uppstilling til komunuvalið.

 

- Eitt fólkatingsval verður kanska í oktober og tað skal takast við í roknistykkið eisini. Eg umhugsi allar møguleikar í løtuni, men havi onga avgerð tikið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Sambandsflokkurin í Tórshavnar býráð hevði annars havt gott við at fingið ein profil sum Kaj Leo á listan.
Í løtuni hevur flokkurin bert ein valdan í býráðið. Annfinn Brekkstein hevur einsamallur umboða Sambandsflokkin seinastu tvey valskeiðini.

 

Les eisini: Havi fingið fleiri áheitanir um at stilla upp