Kaj Leo ynskti nýggjan formann í Etiska ráðnum

Hóast tað ikki var semja í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum um at koyra Anne Mette Greve Klementsen frá sum forkvinnu í Etiska ráðnum, so vildi landsstýrismaðurin hava nýggjan formann

Tað vísir innlit, sum in.fo hevur fingið í málið frá Heilsumálaráðnum, har sagt verður í telduposti til Berg Debes Joensen, sum Heilsumálaráðið legði ávíst trýst á at fáa sum formann.

 

Har verður sagt, at »Anne Mette Greve Klementsen, virkandi forkvinna, hevur heldur ikki fingið at vita, at landsstýrismaðurin ynskir nýggjan formann!«

 

Í hesum teldupostsamskifti millum Berg Debes Joensen, prest, og ein fulltrúa í Heilsumálaráðnum sæst eisini, at Bergur Debes Joensen als ikki ynskti at gerast limur og bar seg undan, eftir at hann heðvi fingið tíð at umhugsað seg.

 

Hann skrivar soleiðis til Heilsumálaráðið 5. september:

 

»Eg eri komin til hesa niðurstøðu: Eg takki nei. Av persónligum ávum takki eg nei at gerast formaður í Etiska ráðnum og at gerast limur har.

 

Sum er kann eg ikki.

 

Tað harmar meg, nú so nógv stríð hevur verið gjørt burtur úr at tosa við meg, skrivaran í Sambandsflokkinum, Bergur Berg í Mentamálaráðnum og so nú tygum, Guðrun, eisini, og so at koma til hesa niðurstøðuna.

 

Eg hevði ikki sæð hetta komið, men tað geri eg nú: Eg kann ikki.«

 

8. september hevur hann kortini ringt til Heilsumálaráðið og sagt, at hann møguliga kann taka við sum formaður kortini. Og 9. september sendir Bergur Debes Joensen nýggjan teldupost til Heilsumálaráðið, har hann sigur seg hava hugsað um málið enn einaferð, og nú er leyst og liðugt. Hann tekur fegin við sum formaður.

 

Hann skrivar nú soleiðis:

 

»Takk fyri prátið í gjár! :-)

 

Eg nýtti dagin í gjár at umhugsa støðu mína av nýggjum.

 

Eftir samrøðu og umleggingar eri eg komin til eina nýggja niðurstøðu.

 

Við hesum takki eg ja at gerast formaður í etiska ráðnum.

 

Takk enn einaferð fyri høvið at vera partur av hesum spennandi og týðandi ráðið.«

 

Málið hevur eisini verið umrøtt millum tingmanningina hjá Sambandsflokkinum, sum eins og hinir flokkarnir hevur finigð høvi at innstilla fólk til ráðið. Johan Dahl skrivar soleiðis á Facebook í gjár:

 

»Tað undraði meg at hoyra í KVF í kvøld, at "Sambandsflokkurin vildi hava Bergur D. Joensen í Etiska ráðið". Sambandsflokkurin hevði eisini onnur til viðgerðar at innstilla sum limir í ráðnum, og bæði Erhard Joensen, eg og Rósa mæltu til, at Anne Mette Greve Klemensen eisini bleiv vald aftur. At man eisini skal nærmast hava lagt trýst á Bergur at taka við sum formann, eftir at hann hevur borið seg undan at verða valdan, undrar.«

 

Hvussu er og ikki, so var Anne Mette Greve Klementsen ikki í uppskoti frá tingmanning Sambandsfloksins at verða vald í Etiska ráðið, hvørki sum forkvinna ella sum limur.

 

Svarið frá tingmanning Sambandsfloksins í sambandi við tilmæli til nevndarlimir er hetta: »Sambandsflokkurin hevur hetta tilmælið um at seta limir í Etiska Ráðið – hesi hava játtað áheitanina:

 

Bergur Debes Joensen, sóknarprestur

 

Jensia Højgaard Kjærbæk, sjúkrarøktarfrøðing.