Tríggir menn komu sunnumorgunin illa fyri, tá ið teir í kajakkum sínum settu kós móti Risanum.
Vindurin vaks, og teir valdu at fara upp á land.
Ein ringdi og bað um hjálp, boðini fóru til Eiðis Bjargingarfelag, sum fór við mobbátinum Thor Rescue eftir monnum.
Menninir vóru allir í draktum og tí væl fyri.
Tað gingu bara smáir 40 minuttir, frá tí at menninir bóðu um hjálp, til teir í øllum góðum vóru komnir í land.