Eitt lágtrýst beint norðan fyri Føroyar flytir seg í ein eystan. Síðani streymar køld luft við kavaælum oman yvir Føroyar úr norðri.
Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, men út á dagin stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s. Mánanáttina øtlar hann vindin aftur í strúk í vind upp í skrið, 13 til 18 m/s, av útnyrðingi og norðri. Tað verður samdrigið og ælaveður, sum frá líður vátaslettingur ella kavi. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 hitastig.
Mánadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi og norðri, 10 til 15 m/s. Samdrigið og kavaæl og hitin um dagin um 2 hitastig, um náttina um frostmarkið.
Týsdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og kavaæl. Hitin um dagin beint yvir frostmarkið, um náttina niður í 3 kuldastig.
Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin um 2 hitastig, um náttina niður í 2 kuldastig.
Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum makar niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, 2 til 7 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin um dagin um 2, 3 hitastig, um náttina niður í 3 kuldastig.
Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og kavaæl. Hitin um dagin um 3 hitastig, um náttina niður í 5 kuldastig.