Kaldur bussførari

Hóast Rói Ljósheim var vitandi um, at eldur var í bussinum meðan hann var inni í Leynatunnlinum, helt hann leiðina fram og koyrdi bussin trygt útum Kollfjarðarmegin

BUSSURIN


- Eg var ongantíð bangin. Vildi bara sleppa heim. Einasta, ið var eitt sindur ótespiligt, var nógvi roykurin, sum kom frá bussinum. Bussførarin var róligur og hevði yvirlit á støðuni alla tíðina. Bilar, sum komu til, vórðu steðgaðir og spurdir, um teir høvdu sløkkiútgerð, men tá ið teir ikki høvdu tað, var einki at gera. Ikki fyrr enn førarin sá, at ikki bar til at sløkkja eldin, bað hann okkum koma út og taka alt við okkum, sigur Randi Kúrberg í Havn, sum var millum ferðafólkini í stóra liðbussinum hjá Bygdaleiðum, ið eldur kom í nýggjársaftan.

Tey fimm ferðafólkini í bussinum komu øll heim í hýruvogni, sum Strandferðslan útvegaði teimum.

- Aftaná havi eg sjálvtsagt gjørt mær tankar um tað sum hendi, men komi bara til tað, at bussførarin hevur verið óførur. Sum ferðafólk fingu vit ongantíð varuga av, at eldur var í bussinum meðan vit vóru í tunnlinum. Heldur ikki gáaðu vit eftir, at hann setti ferðina upp inni í tunnlinum. Útkomin steðgaði hann bussinum so mikið langt frá tunnlinum, at ferðslan kundi halda fram ótarnað. Ein ógvuliga professiónellur førari, sum avgjørt hevur uppiborið eitt herðaklapp, sigur Randi Kúrberg.


Trygdin í hásæti

Ferðafólkaflutningsleiðarin á Strandferðsluni, Poul Jákup Thomsen, er ikki í iva um, at Rói Ljósheim, sum koyrdi bussin, tók allar tær røttu avgerðirnar nýggjársaftan, tá ið hann gjørdist greiður yvir, at eldur var í bussinum.

- Bussførarin taklaði støðuna fyrimyndarliga, var róligur, gav øðrum uppgávur so sum at ringja eftir hjálp, og raðfesti uppgávurnar rætt.

Sum skilst er eldur komin í bussin, eftir at hann er komin inn í Leynatunnilin, tí førarin í bilinum, sum var í hølunum á bussinum sá ikki eld fyrr enn komið var inn í tunnilin. Eftir at førarin gjørdist greiður yvir eldin, skundaði hann sær at fáa bussin út úr tunnlinum, royndi at sløkkja eldin og tá ið tað ikki eydnaðist, fekk hann fólk, viðføri og aðrar lutir úr bussinum, meðan ringt varð eftir hjálp.

- Eitt slíkt óhapp setur avgjørt nakrar tankar í gongd, og vit fara at kanna eftir sera gjølla, hvussu sløkkiútgerðin skal og eigur at vera í bussum. Bussførarar hjá Bygdaleiðum verða útbúnir at klára støður sum hesar og hesin hevur brúkt ta vitanina til fulnar. Hvussu sløkkiútgerðin skal vera í tunnlunum, fari eg at lata serkøn á økinum at úttala seg um. Trygdin hjá ferðafólki stendur ovast á listanum yvir raðfestingar hjá stovninum, og tað er framvegis trygt at ferðast hóast eitt óhapp sum hetta. Spurningurin er, um vit kunnu tryggja okkum upp aftur betur enn vit gera í dag, eitt nú við atliti til tunnlarnar og til tað, at vit fáa fleiri undirsjóvartunnlar, sigur Poul Jákup Thomsen.

Krøvini til trygdina umborð á bussunum verða ikki slakað, nú fleiri leiðir fara á privatar hendur.

- Í sambandi við útbjóðingina hava vit hert trygdarkrøvini og vit hava framvegis eftirlit við, at trygdin er í hásæti. Vit seta stór krøv til bæði førara og buss eitt nú viðvíkjandi koyriteknikki, sløkking, fyrstu hjálp, og sálarligari fyrstu hjálp. Um útbúgvingin hjá førarunum skal gerast enn betri, fara vit at taka støðu til nú.

Seinnapartin í gjár skipaði Strandferðslan fyri lítlari samkomu á stovninum, har bussførarin varð heiðraður fyri avrikið. Vegna kanningar í málinum, bar ikki til at fáa viðmerkingar frá bussføraranum, áðrenn blaðið fór til prentingar.