Kall á hjá Føroya Tele

Føroya Tele og Kall hava gjørt samstarvavtalu, sum loyvir Kall at nýta GSM-kervi hjá fjarskiftisrisanum í Føroyum. Partarnir kalla avtaluna fyri slóðbrótandi

FJARSKIFTI

Føroya Tele og Kall undirskrivaðu fríggjadagin í síðstu viku eina avtalu, ið loyvir Kalli at nýta GSM-kervi hjá Føroya Tele.
?Samstarvið hevur við sær, at Kall fer at nýta GSM kervið hjá Føroya Tele, har sum GSM kervið hjá Kalli ikki røkkur. Talan er um sokallað innanlanda reiking (National Roaming), sum er kend bæði í Íslandi og Danmark.
Kervissamstarvið viðførir, at Føroya Tele fær betri nýtslu av kervinum úti á teimum smærri plássunum, samstundis sum Kall sparir íløgukostnað.
Avtalan, sum er gjørd á handilsligum grundarlagi, varð undirskrivað av Andrasi Róin, vegna Føroya Tele og Óla Hansen, nevndarformanni í Kalli, og Bjarni Askham Bjarnason, stjóra í Kalli, skriva Føroya Tele og Kall í tíðindaskrivi.
Hetta slag av roaming er fyri so vítt tað sama sum tá ein GSM-telefon verður nýtt á einum øðrum kervi, eitt nú uttanlands. Kall skal gjalda Føroya Tele minuttprís fyri ta tíð, kundar hjá Kalli nýta uttanfyri egið kerv ? á kervinum hjá Føroya Tele.
Í løtuni hevur Føroya Tele eitt dekning á GSM-økinum, ið liggur um 99,2%, har fólk búgva. Tað eru bygdir sum Mykines, Saksun, Stóra Dímun og Hattarvík, ið ikki kunnu nýta GSM-kervi hjá Føroya Tele.
Sostatt merkir avtalan millum Føroya Tele og Kall, at komandi GSM-kundar hjá Kalli fara at kunna tosa allastaðni, har kundar hjá Føroya Tele kunnu tosa.
Avtalan krevur tøkniligar broytingar á Føroya Tele, sum Føroya Tele er farið í holt við fremja.

Rætta avgerðin
Stjórin á Føroya Tele, Andras Róin, fegnast um nýggju avtaluna. Tað kann annars undra onkran, at Føroya Tele velur at gera ein tílíka íløgu og ikki heldur letur Kall standa við egnum íløgum.
?Við kalla hesa avtaluna fyri eina slóðbrótandi avtalu, og er tað tí, at tílíkar avtalur verða als ikki gjørdar í nøkrum londum. Í Reykjavík einsamallum eru heili trý GSM-kervi. Hetta er tað skilabesta at gera, meta vit sjálvir, sigur Andras Róin.
?Samfelagsbúskaparliga loysir tað seg ikki at hava tvey kerv, tí talan er um ein stóran íløgukostnað. Tað eru fáir brúkarar í Føroyum, og tað vera so eisini teir, sum í síðsta enda koma at gjalda, verða kanska ov stórar íløgur gjørdar, sigur Andras Róin.
Andras Róin leggur afturat, at høvdu teir ikki gjørt hesa avtaluna, høvdu teir væl møguligt fingu álagt okkurt líknandi seinni, tá støðan á marknaðinum kundi gerast øjøvn.
Føroya Tele hevur samanlagt gjørt íløgur í GSM-kervi fyri einar 60 milliónir. Hetta hevur eisini verið ein góð íløga. Bara í 2001 gav GSM-virkisøkið 70 mió. í inntøku hjá Føroya Tele.
Stjórin á Føroya Tele gleðir seg eisini til at sleppa at bjóða produktir sum eitt nú duét, har GSM og fastnet verða løgd saman í eitt ? oftani avsláttar ? produkt. Hesum hevur Fjarskiftiseftirlitið enn ikki givið loyvi til.

Ikki sami prísur
Bjarni Askham Bjarnason, stjóri fyri Kall, sigur, at teir vætnandi vera klárir við GSM í november. Tað var upprunaliga ikki ætlanin, at teir skuldu dekka alt landið frá byrjan, men við nýggju avtaluna fara teir at gera tað.
?Kall hevur ætlanir um at gera sítt egna kervi, og tað fyrireika vit í løtuni. Vit vera væntandi klárir við høvuðsstaðarøkinum í november. Harfrá taka vit tey størru økini fyrst, sigur Bjarni Askham Bjarnason.
Hendan avtalan sparir Kall fyri íløgur, og tað ger tað lættari hjá teimum at byrja við GSM.
Hinvegin er tað ikki greitt, um kundarnir hjá Kalli kunnu tosa fyri sama prís, tá teir eru á kervinum hjá Føroya Tele ella á sínum egna Kall-kervi. Bjarni Askham Bjarnason sigur, at í skrivandi stund er ikki greitt, hvørjir prísirnir verða.
Kall fyrireikar seg í løtuni at gerast GSM-veitari. Stjórin vil ikki út við, hvørji tilboð, teir møguliga koma við, tá teir byrja við GSM. Hann heldur, at tað er eingin ivi um, at GSM verður framtíðin innanfyri fjarskifti.

Ikki óhugsandi
Stjórin á Fjarskiftiseftirlitinum, Jógvan Thomsen, er fegin um, at partarnir sjálvir eru komnir til eina semju. Fjarskiftiseftirlitið var til at fáa semjuna í lag, men tað vóru partarnir sjálvir, ið samdust.
?Eg haldi, at brúkarin vinnur í síðsta enda. Hendan avtalan avmarkar dúpultum íløgum, og hetta gagnar brúkaranum, sigur Jógvan Thomsen.
Enn vil Fjarskiftiseftirlitið ikki geva loyvi til blandaði produktir við fastnet og GSM, men Jógvan Thomsen metir tað ikki vera óhugsandi, at hetta verður veruleiki einaferð seinni, tá kappin er komin á økinum.
?Nú er kapping komin á økinum. Vit fara í framtíðini at fylgja við kappingini, soleiðis at hon verður rættvís, sigur Jógvan Thomsen, sum áður hevur úttalað seg um, at vit kunnu vænta munandi príslækkingar á GSM-økinum, nú kapping verður á økinum.