Kallaði John kynsvilling: Løgreglan skuldsetir nú mannin

Løgreglan fer nú av sínum eintingum at skuldseta mannin, sum á Facebook niðraði John Johannessen fyri sín kynsliga samleika

– Fyri løtu síðani ringdi løgreglan at kunna meg um, at tey av sínum eintingum skuldseta mannin, sum alment kallaði meg kynsvilling í gjár. Tey søgdu, at orsøkin til, at tey nú sláa hart niður á haturstalu er, at tað eru fólk, sum eru farin alment at gera vart við, hvussu stórur trupulleikin er.

 

Tað sigur John Johannessen, sum vísir á, at tað riggar at standa fram og tala at.

 

Tað var eftir eitt innslag í Degi og Viku um HIV í sambandi við altjóða AIDS dagin, at ein maður í Runavík skrivaði sera niðrandi á Facebook um John Johannessen og hansara kynsliga samleika.

 

John Johannessen sigur, at hann framvegis hevur heldur tað sama:

 

– Eg havi framvegis somu meining. Vit mugu tala at fyri at verja okkara ungu, sum møguliga enn stríðast við teirra samleika. Tað skal bera til at vera tann tú ert í okkara samfelag, sigur hann.

 

Lesið eisini: Kallar sjónvarpsvert í KVF fyri kynsvilling

 

– Tað er samtykt við lóg og eru mannarættindi. Og mannarættindi mugu vit vera felags um. Niðran móti kynsligum samleika bleiv ólóglig í Føroyum í 2005. Gott, at vit eru vorðin samd um at reagera nú, sigur John Johannessen.

 

Hann leggur dent á, at hann framvegis er fyri, at fólk kunnu hava politisk sjónarmið ímóti samkyndum hjúnalag og so framvegis.

 

– Sjálvsagt kann man tað. Men vit skulu bara halda uppat við at niðra og útihýsa hvørjum øðrum, sigur hann.

 

– Vit mugu læra okkum virðiliga samrøðu, sigur John Johannessen.