Avgerð um lánið hjá ES til Ukraina uppá 90 milliardir evrur kann takast mikudagin.
Tað sigur uttanríkisleiðarin í ES, Kaja Kallas, á veg á fund millum uttanríkisráðharrarnar í Luksemborg týsdagin.
Hon er sostatt við til at leggja upp til, at Ungarn, eftir at Viktor Orbán tapti valið, kann broyta støðu og sleppa sínum veto móti láninum.
– Vit vænta nakrar positivar avgerðir í morgin um lánið uppá 90 milliardir evrur til Ukraina. Ukraina hevur brúk fyri pengunum, og tað er prógv um, at Russland kann halda út longri enn Ukraina.
– Hetta hevur alstóran týdning í verandi støðu, sigur Kaja Kallas.
Tað fer væntandi at ganga undan við pengum hjá Ukraina í mai. Tí eru peningarnir avgerandi fyri at kunna halda fram við stríðnum móti Russlandi og halda ukrainska sivilsamfelagnum koyrandi.
Fráboðanin frá Kaja Kallas kemur meðan tað eru varligar vónir um, at russisk olja skjótt kann fara at renna umvegis Druzhba-leiðingina til Ungarn og Slovakia.
Manglandi oljan hevur verið orsøkin hjá Viktor Orbán til ikki at geva grønt ljós til ES-lánið, sum hann annars tók undir við á ES-toppfundinum í desember.
Hetta varð gjørt við teirri treyt, at Ungarn er útilokað frá láninum saman við Slovakia og Kekkia.
Sambært Ukraina hevur Druzhba-leiðingin síðani verið rakt av russiskum álopum. Hetta hevur havt við sær, at russiska oljan til Ungarn er steðgað, og tað hevur fingið Orbán at ákært Ukraina fyri tilvitað at halda oljuni aftur.
Ein ákæra, sum Ukraina hevur avsannað.
Sum úrslit av uppgerðini um týdningarmikla ES-lánið hevur ES-nevndin sent serfrøðingar til Ukraina at kanna skaðarnar og hjálpa til við at fáa oljuna at renna aftur.
Enn er ikki staðfest, at tað er eydnast at umvæla leiðingina. Men tað eru fráboðanir um, at tað kann henda í vikuni.
Hetta kann lata upp fyri eini røð av avgerðum, sum hava verið forðaðar av Ungarn.
Týsdagin luttekur uttanríkisráðharrin í Ungarn ikki á fundinum millum uttanríkisráðharrarnar í ES. Her er Ungarn umboðað av sendiharra sínum.
Mikudagurin kundi tí vísa seg at vera tann avgerandi dagurin. Her hittast føstu umboðini fyri ES-londini.
Tað er á hesum fundinum, at avgerðin um ES-lánið til Ukraina kann takast.
Hetta kann eisini lata upp fyri øðrum avgerðum, sum hava verið forðaðar av Ungarn. Til dømis 20. revsitiltøkini móti Russlandi.
– Eg kann ikki tosa vegna nýggju ungarsku stjórnina. Tá tey eru komin upp á pláss, kunnu vit spyrja tey.
– Men nógv mál hava verið steðgað. Vit lata orðaskiftini uppaftur, og tá vóna vit, at vit fáa positiv úrslit, sigur Kaja Kallas.
Vinnarin av ungarska valinum, Peter Magyar, hevur víst á ivasemi mótvegis Ukraina, tá tað snýr seg um hernaðarligan stuðul og ES-limaskap.
Hann vil tó normalisera viðurskiftini við ES, soleiðis at Ungarn millum annað kann fáa atgongd til stívliga 17 milliardir krónur í frystum ES-peningi.
/Ritzau/











