Kalpana skal verja ph.d. ritgerð

Fríggjadagin 17. november fer Kalpana Vijayavarathan at verja ph.d.-ritgerð sína í Auluni á Námsvísindadeildini. Tað boðar Fróðskaparsetur Føroya frá í dag.


- Kalpana Vijayavarathan hevur seinastu gott trý árini arbeitt við hesi verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Kalpana, sum frammanundan er námslektari á Námdvísindadeildin, byrjaði arbeiðið við síni ph.d.í august mánað í 2014 og lat ritgerðini inna 30 august í ár. Ph.d.-verkætlanin, sum er fíggjað av Fróðskaparsetri Føroya, er tað sum verður kallað “a joint degree”, sum er ein avtala millum Århus universitet og Fróðskaparsetur Føroya, skrivar Setrið í tíðindaskrivi.


Evnið fyri ritgerðini hjá Kalpanu Vijayavarathan er:

Teacher cognition of grade 8 teachers on teaching speaking in English as a foreign language in The Faroe Islands and its impact on teachers’ pedagogical praxis: seven case studies.


Høvðusvegleiðari hevur verið Susana S. Fernández, ph.d., lektari á Afdeling for Tysk og Romanske sprog á Århus Universitet, meðan Birgit Henriksen, professari á Institut for Engelsk, Germansk og Romansk á Københavns Universitet, hevur verið hjávegleiðari.


Í metingarnevndini sita lektari Carmen Heine, Århus Universitet, lektari Tore Nilsson, Stockholms Universitet, og lektari Marie Christine Appel, UOC – Open University of Catalonia.


Verjan, sum er almenn, verður sum nevnt í Auluni á Námsvísindadeildini fríggjadagin 17. november 2017.