Kalsoy dømi um politiskan vilja tvørtur um floksmørk

- Ásannast má, at eitt væl útbygt og væl virkandi samferðslukervi ? við vegum, tunlum og ferjulegum ? hevur alstóran týdning fyri trivnaðin í útjaðaranum, fyri vinnuna og fólkið sum heild. Alt verður ikki gjørt eftir einum degi, men Kalsoyggin er eitt dømi um politiskan vilja tvørtur um floksmørk at betra um viðurskiftini hjá fólki á útoyggj, segði landsstýrismaðurin

Kalsoyggin

Í røðu síni við nýggju ferjuleguna á Syðradali týsdagin, endurgav landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Bjarni Djurholm, ein norskan verkfrøðing, H. Horn, sum fyri hundrað árum síðan tók soleiðis til í einum áliti um framtíðar vegagerð í Føroyum:
"På Kalsø og Kunø kan der neppe blive spørgsmål om veibygning, men går man først igang med veibygning på øerne, så vil der stadig melde sig nye krav og i fremtiden vil man få se vei på steder, hvor man nu vil anse det uoverkommeligt at skaffe fremkomst.."
- Men á Kalsoynni gongur sjón fyri søgn, vísti Bjarni Djurholm á. Koyrandi er millum allar bygdir í oynni, og tað hevði neyvan nakar ímyndað sær fyrst í farnu øld.

Fløskuhálsur burtur

Landsstýrismaðurin segði, at hóast møguleikarnir
fyri bilaferðslu í oynni vórðu betraðir munandi, tá ið tunlarnir gjørdust veruleiki, hevur ferjusambandið millum Klaksvíkina og Syðradal verið ein týðandi fløskuhálsur.
- Her hevur Barskor nú í eitt langt áramál verið álitið, og hóast hann hevur roynst væl, skerst ikki burtur, at hetta er eitt gamalt og ótíðarhóskandi skip ? uttan møguleikar fyri akfarsflutningi. Nú kann Barskor leggja frá sær, eftir at hann trúfastur hevur tænt oynni í nógv ár.
Bjarni segði, at ótíðarhóskandi ferjusambandið millum Klaksvíkina og Syðradal var orsøkin til, at samferðsluhavnin í Kalsoynni varð raðfest so frammarliga politiskt.
- Og her hava vit so ítøkiliga úrslitið, nú vit í dag skulu taka nýggju samferðsluhavnina alment í nýtslu. Tað er ikki fyrr enn nú, segði landsstýrismaðurin, at kalsoyingar fáa fullu nyttuna burtur úr vegasambandinum í oynni.
Hann fegnaðist um, at við stuttum millumbili eru tvær samferðsluhavnir tiknar í nýtslu í Føroyum, onnur í Suðuroy og nú hendan í Kalsoynni, sum er eitt valaverk, ið ger tað møguligt at seta eina bilferju í sigling millum Kalsoynna og miðstaðarøkið.
- Hetta eru tvær havnir, sum komandi árini fara at betra um liviumstøðurnar hjá íbúgvunum í útjaðaranum.

Havnabygging

Landssýrismaðurin vísti á, at við nýggju ferjuleguni hava kalsoyingar skrivað seg inn í føroysku samferðslusøguna og soleiðis lyft arvin eftir teir, sum gingu undan.
- Mær er sagt, at fyrsta veruliga atløgubryggjan í Kalsoynni varð bygd í 1930. So, í veruleikanum er talan um eitt 75-ára jubileum í ár.
Hann segði, at tað var Palli Norðuri í Stovu, sum bygdi fyrstu atløgubryggjuna á Húsum, og hann stóð eisini fyri arbeiðnum, tá ið nýggjar atløgubryggjur vórðu bygdar á Húsum í 1947-1948 og á Syðradali í 1950-1951. Atløgusíðan á Syðradali varð útbygd í 1970-unum og hevur seinastu árini verið nýtt til farma-og ferðafólkaflutning millum Kalsoynna og Klaksvíkina.
- Eg vænti, at tit geva mær rætt, tá ið eg sigi, at besti hátturin at hátíðarhalda hetta 75-ára jubileum er við eini spildurnýggjari samferðsluhavn, sum nú er klár at taka í nýtslu, segði Bjarni Djurholm.

Siglingarsøgan

Strandfaraskip Landsins hava avgjørt, at Sam framyvir skal røkja siglingina í Kalsoynna.
- Sam verður sostatt nýggjasta skipið í eini røð av skipum og bátum, sum hava røkt sambandið í Kalsoynna. At menningin av samferðsluni hevur gingið skjótt, er Kalsoyggin besta dømi um, segði landsstýrismaðurin.
Hann vísti á, at tað er ikki meira enn ein mansaldur síðan, at róð varð við árabáti í oynna við posti, farmi og ferðafólki.
Bjarni Djurholm greiddi síðan frá, hvussu gongdin við flutningi hevur verið seinastu mongu árini.
- Í 1927 keypti Samson Joensen, ið var postmaður og sum róði í Kalsoynna og gekk norður um Fjall, deksbátin Guttaberg. Báturin hevði motor og sigldi týsdag, hósdag og leygardag millum Klaksvíkina, Kunoyarbygd og Kalsoynna við posti, farmi og ferðafólki.
Hann vísti á, at í 1948 yvirtók P/F Hugo Gardar siglingina, fyrst við Leynafossi, síðan við Polaris til miðskeiðis í 1960-árunum, tá ið Barsskor varð settur í sigling. 1. apríl 1974 yvirtók Strandfaraskip Landsins hesa sigling.
- Tað skal vera mín vón, at Sam ? hóast talan ikki er um eitt nýtt skip ? fer at roynast líka væl, sum tey skip og teir bátar, sum higartil hava røkt hesa farleið, segði Bjarni Djurholm.

Politiskur vilji

Í røðu síni legði hann dent á, at sitandi landsstýri hevur sett sær sum mál at betra um viðurskiftini á útoyggj.
- Ásannast má, at eitt væl útbygt og væl virkandi samferðslukervi ? við vegum, tunlum og ferjulegum ? hevur alstóran týdning fyri trivnaðin í útjaðaranum, fyri vinnuna og fólkið sum heild. Alt verður ikki gjørt eftir einum degi, men Kalsoyggin er eitt dømi um politiskan vilja tvørtur um floksmørk at betra um viðurskiftini hjá fólki á útoyggj.
Bjarni Djurholm segði, at byggingin av samferðsluhavnini í Kalsoynni hevur gingið væl, síðan verklagslógin varð samtykt í løgtinginum, 13. februar 2003.
- Men byggingin hevur verið nakað darvað av veðri og vindi, legði hann aftrat.
Landssýrismaðurin nýtti at enda høvið at takka øllum, sum eiga lut í verkætlanini, Landsverki, ráðgevum, arbeiðstakarum, arbeiðsfólki, strandferðsluni og játtandi myndugleikunum.
- Uttan tykkum var henda verkætlan verandi ein tanki. Tit hava gjørt tankan til veruleika ? og hava flutt okkum fram á leið, segði Bjarni Djurholm.