Kalsoyarleiðin hevur framvegis vøkstur

Ferðafólkatalið á Kalsoyarleiðini í 2022 er økt við fýra prosentum í mun til 2019

Tað skrivar Visit Kalsoy í dag.

 

Á talvunum niðannfyri síggja vit hagtøl fyri Kalsoyarleiðina, Mikinesleiðina, Fugloyarleiðina og um Flogvøllin fyri árini 2014, 2018, 2019 og 2022 og procentbýtið millum árini 2019 (áðrenn korona) og 2022:

 

Har sæst, at ferðafólkatalið á Kalsoyarleiðini í 2022 er økt við fýra prosentum í mun til 2019, meðan ferðafólkatalið á Fugloyarleiðini og um Flogvøllin er næstan komið uppá tað sama sum í 2019.

 

##med2##

 

Á Mykinesleiðini væntar nógv í at koma uppá sama støðið sum 2019.

 

Á niðaru talvu sæst, at øll tøl á Kalsoyarleiðini eru munandi økt síðan standmyndin av Kópakonuni varð reist í 2014 á helluni í Mikladali. Og minnissteinurin um James Bond, sum varð reistur í 2022 á Kallinum norðanfyri Trøllanes, hevur uttan iva økt um talið av vitjandi  í oynni í 2022, sum er tað hægsta nakrantíð.

 

Ferðafólkatalið sjóvegis økist øll árini, ferðafólkatalið við bussleiðini er fleirifaldað - serliga síðan koyringin varð dagførd í 2019 - og bilatalið er økt  øll fyrstu árini, men er (tíbetur) minkað nakað aftur orsakað av eini betri bussleið til og frá SAM.

 

Í 2022 hava aðrir privatir bussar eisini koyrt á Kalsoynni, so ferðafólkatalið við bussi er væl meira, enn talvan vísir.