Tilfari í fyrilestrinum er frá gerðabókum fram til 2006 og hugleiðingum og endurminningum hjá Atla Petersen.
Í fyrilestrinum verða m.a. hesir evnir viðgjørd:
- Hvat var áðrenn búsetingina?
- Felagsantenna
- Spæliplássi
- Skótahúsi, sum sunnudagsskúli og annað virksemi
- Tiltøk sum fastilávintshald, ræstkjøtaveitsla v.m.
- Kambsdalslistin (kommunalt)
- Skúlabussur
- Hví sendu kambsdalsbúgvar eina klagu til SVF?
- Uppskot um hotelvirksemi
Fyrilesturin verður hildin í Auluni í Studentaskúlanum hóskvøldið 10. juli kl.19-21.
Inngongdin undir neyðtrappuna til Studentaskúlan verður nýtt.