Kamikaze-likka í Vestmanna

Baksíðubit...

Myndamaður og blaðmenn í bygdabilinum komu hendan dagin fram á eina deyða likku í Vestmanna. Likkan lá við veingjunum fyri eyguni. Greitt er ikki, nær hon lat lív.

Vit ringdu til alt fyri eitt til borgarstjóran í Vestmanna, Gunn Joensen, at frætta, um støðan í Vestmanna er so vánalig, at likkurnar ikki tora at líta niður á annars hugtakandi húsalonirnar í bygdini:


Halló, hetta er Sosialurin. Vit hava funnið eitt likkulík í Vestmanna!

- Ná, ja...

Hvussu ber tað til, at hon lá við veingjunum fyri eyguni? Tað sá út, sum hon var fallin, tí hon hevði sæð okkurt óhugnaligt!

- Hahaha...ja, tað voyst tú...aha...

Er støðan í Vestmanna so vánalig, at likkurnar ikki megna at halda sær á flogi yvir bygdini?

- Ja, okkurt sóvritt man tað vera...

Ja, men gongur alt ikki betur síðani kvinnurnar tóku valdið í bygdini?

- Vit tóku ikki ræðið; vit blandaðu okkum upp í. Nei, álvara, eg havi onga forkláring upp á tað við likkuni. Slettis ikki. Tær, sum halda til uttanfyri hjá mær, halda bestemt ikki veingirnar fyri eyguni.

Kann orsøkin til likkufallið vera ein onnur, meðni?

- Hon man hava rent í ein lyktapela, gangi eg út frá. Nei, álvara, hvat vilt tú...

Eg vildi bara uppklára gátuna um ta deyðu likkuna!

- Hevur tú bílæt av henni..?

Ja!

- Hihihi...hattar virkar heilt burturvið...

Kann hon hava flogið somikið høgt, at hon er fallin av at síggja onkra aðra bygd?

- Noy, nú voyt Pól ikki...

Eru likkur ikki dotnar niður í Vestmanna áður?

- Ikki upp á handan mátan, noy. Ikki líkasum gjørt sjálvmorð upp á handan mátan...

Eru likkur í Vestmanna?

- Ja.

Vestmanna er altso ikki staðið, har likkurnar venda?

- Nei. Tú álvara, eg trúgvi tær altso ikki. Tú hevur ikki lagt hana soleiðis sjálvur, ha...?

Kann onkur avbygdarmaður hava lagt hana soleiðis fyri at spæla tykkum eitt puss?

- Nei, eg dugi ikki at fyristilla mær, hví nakar skuldi gjørt tað. Eg skilji tað ikki. Tá ið tær eru dotnar niður plagdu tær at liggja splattaðar; ikki við veingjunum fyri eyguni...

So tú veitst onga beinleiðis orsøk til, at hon helt fyri eyguni?

- Noy, hahaha. Men skriva ikki, at tit funnu hana í Vestmanna...

Men hin teoriin um, at likkan hevur verið langt uppi, og tískil hevur sæð eitt størri øki. Er hon ikki brúkilig?

- Jú tað kundi verið. Kanska tað vísir, at alt landið er við at fara út av eggini...ið í januar millum 40 tey mest spældu countryløgini í Europa.

Ragnar hevur verið við á sonevndum Hotdiscum, sum eru fløgur við endamálinum at gera vart við løg og tónleikarar. Enn einaferð sleppur Ragnar upp í part, tá Stuart Cammeron gevur út næsta Hotdiscin í juli.

Kitty Prins, sangari og sangskrivari úr Belgia, hevur skrivað eitt lag á fløguni hjá Ragnari í Vík. Hon hevur nú skrivað Ragnari 3 nýggj løg og ætlar hann at gera eina stakfløgu við hesum løgum, um møguleiki verður fyri hesum.


Pólland hóast alt

Ragnar í Vík er nú farin at leita eftir stuðlum til ferðina til tónleikafagnaðin í Póllandi, umframt at hann á øðrum økjum roynir at laga tað so, at ferðin kann gerast veruleiki.

Ragnar í Vík og tónleikarar fara, um gjørligt, til Póllands um ólavsøkutíð og slík ferð kostar ferðalagnum eini 70.000 krónur.



(Lesið eisini viðmerkingina frá Norðoya Sparikassa : Ikki leisturin í framtíðini)