Tá Natascha Kampusch 2. mars 1998 fór heiman ífrá fyri at fara í skúla í Eysturríkska høvuðsstaðnum Wien, ánaði eingin, at tað skuldu ganga átta og eitt hálvt ár, áðrenn nakar sá hana aftur.
Men ikki fyrr enn 23. august 2006 kom hon fyri ein dag aftur. Tá hevði hon sitið trælur hjá sálarliga veika Wolfgang Priklopil í kjallara hansara í átta og eitt hálvt ár.
Málið skelkaði, ikki bert alt Eysturríki, men allan heimin. Eftir hetta eru enn ræðuligari burturflytingar av gentum komnar fyri dagin, ikki minst í Amstetten, eisini í Eysturríki, har ein pápi helt egnu dóttir sína sum sextræl í 24 ár. Josef Fritzl neyðtók javnan dóttrina og fekk sjey børn við henni.
Og fyri ikki so langari tíð síðani varð ein onnur burturflutt genta funnin, hesaferð í USA, har ein somuleiðis sálarliga sjúkur maður, Phillip Craig Garrido, helt Jaycee Lee Dugard í fangaskapi í meira enn 18 ár.
Meðan Elisabeth Fritzl og Jaycee Lee Dugard ongantíð hava staðið alment fram, hevur Natascha Kampusch alla tíðina verið opin um fangatíð sína. Og nú hevur so sagt sína egnu søgu við sínum egnu orðum, »3096 dagar«.
Fleiri aðrar bøkur um málið eru komnar út, eitt nú »Gentan í kjallaranum Nathascha Kampusch« eftir Allan Hall og Michael Leidig ein bók, sum Kampusch tekur fjarstøðu frá, og so ein bók, sum mamma hennara hevur skrivað saman við journalisti, »Desperat ár lív mítt uttan Nathaschu«.
Bókin kom út á týskum fyrr í vár og kom í síðstu viku út á doskum.
Kelda: Donsk bløð og Wikipedia