Kanónirnar venda skeivan veg, Hans Pauli

Frákoyrdi landsstýrismaðurin, Hans Pauli Strøm, leggur nú púra ógrundað eftir Sambandsflokkinum fyri førda politikkin á pensiónsøkinum. Maðurin má vera vorðin í ørviti av vánaligu veljarakanningini hjá Javnaðinum, tí hann veit væl, at tað er floksformaður hansara, Jóannes Eidesgaard, og harvið Javnaðarflokkurin, sum í Ólavsøkupakkanum hevur skotið upp sparingar á pensiónsøkinum á 25 mió. kr. við at mótrokna frá fyrst tjentu krónu og við at hækka pensiónsaldurin

Átti heldur at skotið eftir sínum egnu og loysingarveinginum

Tá Hans Pauli Strøm sat sum landsstýrismaður í fyrru ABC, sat Sambandsflokkurin á pengakassanum. Tá hendu fleiri batar á pensiónsøkinum. Men nú Javnaðarflokkurin situr á kassanum, regnar inn við uppskotum um sparingar á sama øki, samstundis sum javnaðarmenn ræðast síni egnu uppskot so illa, at teir kappast um at heingja tey um hálsin á øðrum.

 

Nei, Javnaðarflokkurin vil heldur nýta peningin til m.a. dýr luksus prestiguprojekt og eitt upppumpað Uttanríkisráð, heldur enn at veita teimum veiku í samfelagnum batar. “Klassastríðiði er jú av” sambært Javnaðarflokkinum.

 

Tað skal tó sigast, at vit í Sambandsflokkinum, tá seinna ABC varð skipað, við tógvið stríð fingu Javnaðarflokkin frá ætlanunum, teir høvdu í CHE, um í 2010 at lækka blokkin við 117 mió. kr., umframt at taka yvir fíggjareftirlitið, sum hevði tikið alt trygdarnetið undan peningakervi okkara. Vit kunnu bara ímynda okkum standin, um hetta varð gjørt við at líta til grannar okkara fyri vestan.

 

Tøkkin oftast gráin

Gud viti hvar Javnaðarflokkurin hevði staðið í veljarakanningunum um teir saman við øllum hinum loysingarflokkunum høvdu sloppið at gjørt tað teir ætlaðu í CHE ?

Nei, Hans Pauli! Kanónirnar venda skeivan veg. Tú átti at takkað Sambandsflokkinum fyri samstarvið, tá tú sat í landsstýrinum og fyri at hava bjargað tykkum í Javnaðarflokkinum og landinum sum heild frá undirgangi, tá seinna ABC varð stovnað.

Men sum orðatakið so rætt sigur: “Tøkkin er oftast gráin”. Grein tín “Javnaðarflokkurin hevur altíð verið trygdin fyri pensiónini” er besta dømi.

 

Sigur ósatt

Tað er ikki rætt, tá Hans Pauli í greinini fær tað at ljóða, sum um pensiónirnar eru lækkaðar síðan Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, tók við. Viðbøtirnar til pensiónina eru hinvegin hækkaðar við javningini á 3%.