Kanin koyrdi bil á sjógv og druknaði

Sløkkiliðið, sjúkrabilar, politiið og kavarar óttaðust, at fólk vóru í bilinum, sum tikin varð upp úr sjónum á Skálatrøð tíðliga leygarmorgunin. Men í bakrútinum lá ein druknað kanin

Løgreglan í Havn fekk fráboðan um ein bilstuldur á Brøttubrekku um hálvgum fimmtíðina leygarmorgunin. Bilurin varð seinni funnin í sjónum niðri á Skálatrøð.

Av tí at sýnið á sjónum var vánaligt, var ógreitt um fólk møguliga var í bilinum. Tí setti løgreglan hægsta tilbúgving í verk, við sløkkiliði, sjúkrabilum og kavarum.

Til alla lukku var onki fólk í bilinum, tá hann varð drigin í land. Men í bakrútinum lá ein lítil reyðbrún

kanin – druknað. Tað vísti seg, at bileigarin hevði tikið kaninina upp í fríggjadagin, einastaðni uttanfyri býin, har fleiri villkaninir eftir øllum at døma hava sett búgv. Hann hevði so ætlað at byggja henni eitt búr og hava hana hjá sær. Men hetta var av ongum á hesum sinni, tí kaninin druknaði í bilinum, sum forrestin stóð í frígear. Kanska hevur hon ætlað sær at koyra heim, men viltist í myrkrinum? Tað fáa vit helst ongantíð svar uppá.