Kaninin druknaði

Sløkkiliðið, sjúkrabilar, politiið og kavarar óttaðust, at fólk vóru í bilinum, sum tikin varð upp úr sjónum á Skálatrøð í morgun. Men í bakrútinum lá ein druknað kanin. Ótangar, sum rullaðu ein bil á sjógv á Skálatrøð tíðliga í morgun, vistu helst ikki av, at ein livandi kanin var í bilinum.

Løgreglan í Havn fekk fráboðan um ein bilstuldur á Brøttubrekku um hálvgum fimmtíðina í morgun. Bilurin varð seinni funnin í sjónum niðri á Skálatrøð. Av tí at sýnið á sjónum var vánaligt, óttaðist løgreglan, at fólk kanska var í bilinum. Tí var hægsta tilbúgving sett inn við sløkkiliði, sjúkrabilum og kavarum. Til alla lukku var onki fólk í bilinum, tá hann varð hálaður í land. Men í bakrútinum lá ein lítil reyðbrún kanin ? druknað. Tað vísti seg, at bileigarin hevði tikið kaninina upp í gjár, einastaðni uttanfyri býin, har fleiri villkaninir hava sett búgv. Hann hevði so ætlað at byggja henni eitt búr og hava hana hjá sær. Men hetta var av ongum á hesum sinni, tí kaninin druknaði, tá bilurin varð stolin og rullaður á sjógv í morgun.

Náttin hevur annars verið sum vanligt á politistøðini. Tveir bilførarar vórðu tiknir fyri rúsdrekkakoyring og enn liggja fýra mans avdotnir í kjallaranum!