Kann fáa 10 ára fongsulsrevsing

Mynd: Polfoto

Adam Johnson, Premier League spælarin, sum herfyri játtaði seg sekan í at hava tølt eina unga gentu og havt kynsligt samband við hana, er í dag funnin sekur í einum av ákærunum móti sær.

 

Eftir at hann játtaði seg sekan herfyri, varð hann koyrdur úr felagið sínum, Sunderland.

 

Hann er ákærdur fyri í fleiri førum at hava havt kynsligt samband við eina gentu undir 16 ár, sum er seksuella lágmarkið í Bretlandi. Hann er sum sagt funnin sekur í eini ákæru, men fríkendur í eini aðrari. Enn skulu dómsnevningarnir taka støðu til fleiri ákærur móti fyrrverandi enska landsliðsspælaranum. Hann hevur játtað seg sekan í tí mildastu ákæruni, men í ákærum um grovari kynsligt samband hevur hann noktað seg sekan.

 

Sambært enska blaðnum Daily Mail, kann hann í ringasta føri fáa 10 ára fongsulsrevsing og dómarin hevur longu boðað frá, at tað verður ómetaliga torført hjá honum at sleppa undan fongsulsrevsing. 

 

Sambært Daily Mail var tað á Facebook, at Sunderlandspælarin kom í samband við unga Sunderlandfjepparan. Hon var fjeppari um ein háls og var tað soleiðis, at sambandið millum tey byrjaði.

Mynd: Polfoto

Mynd: Polfoto

Mynd: Polfoto