Fótbóltur
Beint oman fyri hálvu milliónina. Tað var endaliga talið, sum KÍ skal gjalda, fyri at seta punktum í málinum millum felagið og Tony Paris.
Og tað er eitt tal, sum kann seta punktum fyri fótbólti í Klaksvík.
- KÍ eigur ongar pengar í dag. Vit gjørdu eitt stórt arbeiði fyri at rætta skútuna upp fíggjarliga í 2009. Og vit komu til eitt støði, har vit kunnu reka felagið víðari. Men hatta er ein upphædd, sum vit ikki hava í kassanum.
- Í ringasta føri kann hetta tó merkja, at KÍ ikki er til meira. Um so er, so noyðist felagið at byrja frá botni aftur, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ, við Rás2.
Hann sigur víðari, at enn er ikki endalig støða tikin til, um felagið tekur við dóminum.
- Vit hava nevndarfund í kvøld (týskvøldið, red.), og her fara vit at gera okkara niðurstøðu í málinum. Vit hava so 14 dagar til at gera av, um vit taka við dóminum ella kæra. Men hinvegin hevur Tony Paris eisini 14 dagar til at gera av, um hann er nøgdur við dómin.
Hálv millión
Umframt endurgjald til Tony Paris upp á $73.000 (svarandi til kr. 376.000) og sakarmálskostnaðir upp á kr. 60.000, skal KÍ eisini rinda rentur fyri kravið frá stevningardegnum.
Hesar rentur eru nú uppgjørdar til góðar 64.000 krónur, og er samlaða rokningin tí beint omanfyri hálva millión.