Kann í mesta lagi seta 20 milliónir í Eysturoyartunnilin

Samhaldsfasti verður ikki til stóra nyttu uttan at Løgtingið broytir viðtøkurnar

Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin kann ikki seta so frægt av pengum í ein Eysturoyartunnil, at tað ger nakran mun.

 

Dimmalætting skrivaði í fyrradagin, at nú verða møguleikarnir kannaðir fyri at lata Samhaldsfasta vera við til at fíggja undirsjóvartunlar í Føroyum.

 

Anfinn V. Hansen, formaður í stýrinum fyri grunnin, hevði ongar viðmerkingar til blaðið.

 

Men Sigurð Poulsen, sum hevur verið stýrisformaður í nógv ár, sigur, at Samhaldsfasti kann bara pening í partabrøv, sum eru skrásett.

 

Harafturat kann grunnurin í mesta lagi seta tvey prosent av ognunum í eitt og sama felag.

 

Hetta er fyri at avmarka vandan fyri tapi og tí at grunnurin skal ikki eiga so mikið í nøkrum felag, at hann hevur beinleiðis ávirkan á raksturin.

 

Ognirnar hjá Samhaldsfasta eru áleið ein milliard og av teimum hevur grunnurin sett ímillum 100 og 200 milliónir tilsamans í ymisk partabrøv

 

Men hetta merkir so eisini, at sum støðan er nú, eru 20 milliónir tað mesta, Samhaldsfasti kann seta í eina verkætlan.

 

Men tað ger ikki serliga stóran mun í eini verkætlan upp á eina til hálvaaðru milliard …