Nógv hevur verið tosað um vánaligan trivna í Heimatænastuni. Millum annað hevur verið sagt, at serliga fakfólk eru flýggjað undan leiðsluni. Trivnaðarkanningin, sum er gjørd fyri Almannaverkið av Helga Rasmussen, sálarfrøðingi, kann tó ikki skjalprógva, at starvsfólk eru flýdd frá øki 1.
Les eisini: Einki álit á leiðsluni
http://www.in.fo/news-detail/news/einki-alit-a-leidsluna/?L=0&cHash=6a4f96885e24378263b49ac38a429fae
Sjálvt uppleggið til kanningina er søgurnar, sum hava gingið um vánaligan trivna í Heimatænastuni, og um at starvsfólk flýggja úr øki 1. Serliga hevur verið funnist at manglandi fakkunleika, og at fleiri heimahjálparar koma ”av gøtuni” tað vil siga, at tær hvørki hava útbúgving ella royndir.
Hetta hevur kanningin tó ikki kunnað skjalprógva, stendir í samandráttinum, sum Sosialurin hevur fingið innlit í. Her stendir:
”Uppáhaldið um at starvsfólk flýggja úr øki 1, havi eg ikki kunnað dokumenterað. Upplýst er at ongar starvslýsingar hava verið seinasta árið vegna niðurskerjingar. Tá er torført at konkludera at fólk flýggja.
Les eisini: Fór illa við starvsfólkunum
Samstundis sær blandingurin av starvsfólki, sum hava verið leingi, miðal leingi og stutt rímuligur og skilagóður út.” stendir í frágreiðingini.
Tað er heldur ikki óvanliga nógv, sum siga seg trívast illa. 20 % ella fimti hvør, sigur seg trívast illa, og tað er í meira lagi, men ikki órógvandi nógv, er niðurstøðan.
Sjúkrafráveran er lág, hóast júst høg sjúkrafrávera ofta er tekin um ringan trivna. Tá tað er sagt, er sjúkrafráveran óvanliga lág, umleið 1 % og millum søgurnar, sum verða fortaldar er, at starvsfólkið verður hartað, um tey melda seg sjúk.